Skriva út

Grettir Djurhuus

Grettir Djurhuus.jpg
Grettir Djurhuus
klokkari
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eg byrjaði sum klokkari, tann dagin yngsta dótturin fór til dópin. Tað var 1. desember 1997 og tað vera skjótt 18 ár. Tað hava ikki verið kirkjutænarar í okkara familju, tað eg veit um. Og kanska kom eg upp í tornið, eitt sindur gjøgnum bakdyrnar. Kona mín Óluva sat í kirkjuráðnum og tey manglaðu ein klokkara og hon spurdi meg og eg segði ja. Vit vóru tveir klokkarar at byrja við og vit búgva tætt við. Tað er ikki vorðið verri við kirkjugangarum, síðan eg byrjaði, treyðugt so, tað kundi verið fleiri, sigur Grettir Djurhuus, sum er føddur 25. juni 1955.

-Sum aðrastaðni, ringja vit altíð tvær ferðir undan gudstænastu. Klokkan níggju og tíggju, um gudstænastan er klokkan 11 og klokkan tíggju og ellivu, um hon er á middegi. Djurhuus navnið kemur í Tinggarðin frá fyrsta Djurhuus próstinum á Nesi. Sjóvarbóndin var sonur hansara. Eg eri uppvaksin í Dalinum, tá búðu omma og abbi í Tinggarðinum.

Grettir hevur fingist við snikkarayrkið. Hann lærdi til snikkara í Havn í sjeytiárunum á Snikkaravirkinum undir Varða hjá Bjarka Jacobsen og var á tíð virkinum frá 1972-80 og tá er lærutíðin íroknað.

-Teir ungu dreingirnir Kollafirði, sum ikki fóru til skips, fóru til Havnar og genturnar við. Tað var heilt vanligt tá. Eg var eisini til skips í áttatiárunum. Eg var trý ár burtur við verpápa mínum, sum hevði snellubátin Norðsøka á Eiði. Mær dámdi væl á sjónum og tað var serliga stuttligt at vera við snellu undir Íslandi um sumrarnar.

-Óluva og eg giftust 21. juli 1984 og vit eiga fýra børn, tvær gentir og tveir dreingir og síðan kann eg eisini prýða meg við einum abbasoni.Og árið fyri fekk eg undir Íslandi eina telefonsamrøðu, sum heilt koma at broyta mítt lív. Man blívur altíð kløkkur, tá telefonboð eru til ein og ein er til skips. Tú hugsar fyrst tað ringasta. Men tað var Tekniski Skúlin í Havn, sum vildi hava fatur á mær. Teir spurdu, um eg kundi koma at hjálpa til á verkstaðnum fyri snikkarar og eg eri enn á Tekniskaskúla og nú er starvsaldurin komin upp á 30 ár. Eg havi verið eitt ár í farloyvi, síðan eg byrjaði. Hetta var í 2001, tá ið eg leigaði Viksund bát og fór at rógva út. Tað var nógvur fiskur hetta árið. (Samrøðan er gjørd í september 2015.)

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.