Gordon Petersen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Fuglfirðingar seta Gordon í samband við smiðjuarbeiði og kirkjuna. Teir seta hann eisini í samband við annað, hann hevur verið ein virkin borgari í Fuglafirði, bæði í vinnulívi og andaliga og nú hann er komin í pensionistaárini hevur hann ikki lagt frá sær. Hann er umborð á sleipibátinum Pilot úr Fuglafirði og er ofta og førir lods umborð á stór skip, og hjálpir teimum at koma inn á og út aftur av Fuglafirði. Gordon er føddur 26 september 1942.
-Tá ið eg var ungur, vóru ikki so nógvir møguleikar. Tað var antin at fara til skips ella at læra okkurt handverk og eg kom í smiðjulæru á Meka. Hetta var í tíðini við titlum og Esmar Simonsen var smiðjumeistarin og kona hansara var kallað meistarakonan. Sámal Kristiansen, var smiðjumaður og hann hevði meg undir hond. Eg kom seinni at avloysa hann sum deknur. Eg byrjaði í læru 14 januar 1957. Eg varð konfirmeraður heystið fyri.
-Eg havi havt nógv við kirkjuna at gera. Fyrst sum barn í kirkjuni og síðan sum ungur og sum vaksin fekk eg álitisstørv. Eg varð valdur í kirkjuráðið í 1985 og kom at sita har í umleið 20 ár og øll árini sum formaður. Eg avloysti Torkil Beder, prest í kirkjuráðnum og hann hevði verið formaður í 29 ár framman undan.
-Deknarnir vóru vorðnir gamlir í Fuglafirði og eg avloysti Sámal Kristiansen, sum eg kendi frá smiðjulæruni og Poul Martin Joensen á Trøðni. Tá ið eg var komin í kirkjuráðið avgjørdu vit, at seta tríggjar deknar og hava ein tiltaks og tað bleiv eg. Teodor Jacobsen, lærari, var deknur og tá ið hann doyði, kom eg í hansara stað. Eg læs fram til 2012, tá ið Herdis Beder tók við.
-Eg havi trivist væl sum deknur og gleddi meg hvørja ferð til tænastuna. Men ein part dámdi mær ikki, tað var, tá ið andakt skuldi haldast, tá ið kista var borin í kirkjuna. At halda eina andakt, tá ið avvarðandi sita og gráta, tað er ikki bara sum at siga tað.
-Eg haldi, at tað var ein røtt avgerð at fáa eina nýggja kirkju. Tann gamla var ikki tíðarhóskandi og vit royndu rættuliga kirkjuna fyrstu árini. Har var eitt øgiligt virksemi, umframt vanligu gudstænasturnar.
-Mín lívsleið eftir lærutíðina á Meka, var innanfyri fakið eg hevði lært . Eg var eitt stutt skifti á Skála Skipasmiðju og síðan kom umborð á sandbátin hjá abba mínum, Gordon. Her var eg frá 1965-67. Síðan var eg fimm ár í smiðjuni hjá Brøður Petersen og for eg at arbeiða sjálvstøðugur sum smiður. Eg var sjálvstøðugur í 23 ár og fór síðan at arbeiða sum húsavørður hjá Fuglafjarðar skúla. Nú eri eg pensionistur og framvegis í vinnu .
Gordon er giftur við Herborg Knudsen, tey eiga fýra børn og seks barnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”