Skriva út
Frits Thomsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Nøkur koma í andaligan felagsskap seint í lívinum og onnur eru uppvaksin við hesum felagsskapi. Frits Thomsen, sum sá dagsins ljós, sama dag sum børnini fóru aftur í skúla, eftir ævintýrkenda summarfrítíð í 1954, ella nærri roknað tann 18 august 1954, hevur verið knýttur at kirkjuni og missiónshúsinum so langt aftur hann kann minnast. Og í hesum tíðarskeiði eru eisini stórhendingar, sum hann minnist aftur á. Eitt nú varð hann andaliga vaktur i 1973, 19 ára gamal og hevur verið virkin í andaligum lívi síðani. Og tí er tað ongin, sum undrast, at Frits er deknur í Skála kirkju av og á.
-Eg plagdi at lesa fyri Hallgrím í seinnu helvt av áttatiárunum í farnu øld. Tað fall mær heilt natúrligt at standa fram fyri mannafjøld. Eg hevði verið virkin í Losjuni og har lósu vit søgur upp fyri hvørjum øðrum. Losjan hevði stóran týdning fyri okkum ungu á Skála. Og eftir vekingina fall tað mær heilt natúrligt at tala í missiónshúsinum , tí var lopið yvir at standa á kórsgáttini ikki so stórt, sigur Frits Thomsen.
-Kirkjan hevur verið ein partur av mínum uppvøkstri. Pápi mín, Jørgen Thomsen, var kirkjuráðsformaður í mong ár. Og hendingar í kirkjuni funnu vegin heim til okkum. Eg minnist fundarvirksemið í samband við at kirkjan fekk pípuorgul í 1979. Eg minnist, at Eivind Vilhelm, próstur, var á Skála og vitjaði í samband við fyrireikingarnar av nýggja orgulinum og var inni hjá okkum.
-Leikmannatænastan er alt avgerandi fyri kirkjuna. Eg haldi, at eg kann siga tað somikið avgjørt, at uttan leikmannatænastuna, var ongin kirkja. Eg haldi, at ein fastur formur fyri gudstænastuni og leikmannatænastan er tað sum heldur saman upp á kirkjuna. Um vit skuldu funnið upp á nakað nýtt hvønn sunnudag, tá var kirkjan skjótt tóm.
Frits er saman við øðrum samskipari av stóru kirkjuútbyggingini á Skála. Teir hava gjørt eina heila hædd aftur at niður í jørðina, undir kirkjuni.
-Vit hava tvífalda víddian í kirkjuni og arbeiðið hevur gingið væl. Nógv er gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi og vit her á Skála eru so vælsignað við handverkarum. Her hjálpa enntá handverkarar til, sum ikki eru ein dagligur partur av kirkjuni, sigur Frits Thomsen.