Fridrikka Maria Jensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Fridrika plagar at lesa lestur í kirkjuni á Sandi, saman við øðrum deknum. Teir skiftast. Og hetta hevur hon gjørt síðan 2007. Fridrikka er uppvaksin á Sandi og hevur virkað har alt lívið. Hon er fødd 16. februar 1957.
-Carl Johan Petersen spurdi meg og eg helt, at eg ikki kundi siga nei. Eg havi roynt at gjørt mítt besta. Eg eri ikki fremmand í kirkjuni, havi gingið har, síðan eg var barn. Eg droymdi nokk ikki um at gerast kirkjutænari, men tað eri eg í dag. Mær hevur altíð dámt at verið í kirkjuni, havi kent meg væl. Mær dámdi eisini væl sunnudagsskúlarnar sum barn. Eg gekk í allar sum vóru her í bygdini, sigur Fridrikka Maria Jensen.
-Eg eri hjálparfólk á barnagarðinum á Sandi og so eri eg eisini nakrar tímar á bókasavninum. Eg havi verið stuðul og hjálparfólk síðan 1995. Áðrenn tað arbeiddi eg á flakavirkinum og seinni tók eg mær av bókhaldinum á sama virkið.
Fredrikka er gift við Harald Jensen og tey eiga fýra døtur.
-Tann elsta Tórgerð varð fødd í 1977. Tvær búgva á Sandi. Ein býr í Australia. Hon hevur australskan sjeyk og kemur heim at ferðast í summar. Margretha doyði í 2009, 25 ára gomul. Hon fekk sjúkuna CTD. Hon lærdi til sjúkrasystir og hevði eitt hálvt ár eftir. Hon fekk at vita 30. juli, at hon hevði sjúkuna og 2. august var hon deyð.
-Man veit einki í fyrstuni í slíkari óskiljandi sorg. Og síðan gjørdist eg takksom fyri at hava sloppið at vera mamma fyri hana, ta tíðina hon fekk. Beiskleikin er burtur í dag, sigur Fridrikka.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.