Skriva út

Fríðfinn Johnsson

Fríðfinn Johnsson. deknur.jpg
Fríðfinn Johnsson
deknur
Leirvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fríðfinn Johnsson er skúlastjóri í Eystur kommunu í Leirvíkar skúla. Hann hevur í mong ár verið fyrsti lærari og síðan 2013 er lógin broytt, og nú eitur hann skúlastjóri.

-Eg eri ikki longur deknur. Eg hugsaði, at tað kundi vera, at tey tingini ikki passaðu saman, at vera fyrsti lærar og deknur. Eg gjørdist deknur um aldarskiftið og røkti starvið nøkur ár fram, sigur Fríðfinn Johnsson, sum er føddur 13 august 1954.

-Eg eri uppvaksin í Leirvík og fór av bygdini at nema mær útbúgving. Var leingi lærari á Oyrabakka og flutti aftur til bygdina sum 49 ára gamal. Eg eri av deknafamilju.  Pápi var deknur og eisini ein mammubeiggi mín.

-Sum deknur er tað eg sum beri fram tað onnur hava skrivað. Tað er ikki mítt tilfar, men tilfar, sum kirkjan hevur góðtikið. Eg eri ein, sum ber víðari.

-Hetta var fyri meg ein tænasta fyri kirkjuna. Eg var ein persónur, sum búði her í bygdini, var lærari á Oyrabakka og sum læs í kirkjuni, sigur hann.

-Fólkakirkjan er mín andaligi heimstaður. Vit gingu í kirkju hvønn sunnudag, tá ið eg var smádrongur og aðrir andaligir felagsskapir lokkaðu eisini.

-Sálmarnir eru farnir at siga mær meira og meira. Teir eru prædikur í sær sjálvum, tíðarleysir og haldførir og sangur hevur havt stóran týdning fyri meg. Eg havi sungið nógv.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”