Skriva út

Eyðun Mohr Viderø

Eyðun M. Viderø.jpg
Eyðun Mohr Viderø
organistur
Sands kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hvat kann í stuttum sigast um organistin í Sands kirkju, Eyðun Mohr Viderø. Hann er ættaður úr Skálavík, og eftirnavnið Mohr, kom av Sandi til Skálavíkar og til Sands úr Havn.  Tað er ein forkláring uppá, hví skálvíkingurin gjørdist heimansandsmaður og hon er at konan Ragnheiður er av Sandi og kundi ikki flytast. Eyðun er føddur 19. apríl 1942.

-Vit giftust í 1968 og eg hevði ikki teir stóru trupulleikarnar at flyta til Sands. Mamma mín var  eisini slektað av Sandi. Omman var her og eg átti systkinnabørn. Vit settust niður her á Sandi í 1970.

-Eg minnist, at eg spældi fyrstu ferð í kirkjuni í Skálavík í 1966. Frá 1972 og fram til 2002 var eg fastur organistur í Skálavíkar kirkju. Tað gjørdist drúgv tænasta, heili 30 ár. Eg varð biðin um at gerast organistur í Skopunar kirkju og á Sandi. Borghild Morh Edvinson hevði verið organistur á Sandi í eitt mannaminni og hon gavt í 2009, 80 ára gomul. Tá tók eg við. Eg byrjaði fyrsta sunnudag í atvent 2009.

-Eg var 10-12 ára gamal, tá íð vit fingu stovuorgul heima í Skálavík. Lærarin Leivur Trondesen lærdi meg at spæla eftir nótum. Eg tímdi væl at venja, og tí spæli eg enn, sigur Eyðun Morh Viderø.

Yrkisleiðin hjá Eyðun var eitt sindur trilvandi. Eg fór burtur og til skips sum 15 ára gamal í 1957. Skúlaskipið var Jóhanna úr Vági. Síðan við Beinir, Norðfarið og Marité. Eg skuldi við Atlantsfarinum á sild í 1961, men var steðgaður. Eg hevði fingið tuberklar.  Eg lá á Sanatoriunum í Hoydølum og fylgdi við, tá ið tuberklasjúklingar vóru fluttir út á Landsjúkrahúsið. Síðan fór eg á realskúla og eftir lokið prógv fekk eg starv á Náttúrugripasavninum. Her var eg fram til 1966, tá eg fekk vikarstarv sum lærari í heimbygdini. Lærarin Leivur Trondesen var einsamallur við 40 børnum, og tað var ov nógv fyri hann. Eg var vikarur í fimm ár og fór síðan í Sparikassan at arbeiða. Har var eg í 25 ár. Eg var í 13 ár á tingi, tó ikki samanhangandi. Eg sat fyri fólkaflokkin. Politiska litin hevði eg arvað úr Skálavík, har var tú antin fólkafloksmaður ella javnaðarmaður.

Ragnheiður og eg hava fingið trý børn, eina dóttur og tveir synir. Dótturin býr á Sandi og synirnir eru á Viðareiði og í Trongisvági. Vit eiga níggju barnabørn, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.