Skriva út

Elmar Skaalum

Elmar Skaalum klokkari í Hvalbiar kirkju.jpg
Elmar Skaalum
klokkari
Hvalbiar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eg skifti ofta við Jørmund Vang, sum var klokkari í mong Harrans ár. Eg hevði eisini til arbeiðis at fara í kirkju sunnumorgnar at tendra fyri tí eletriska varmanum. Tað mátti tendrast klokkan 9 um morgunin, sum tað skuldi vera ein fløvi til gudstænastuna. Um veturin var ferð á málaranum, hann gekk  heitur og onkuntíð slerdi releið frá. Tað vil siga, at man mátti ganga og ansa eftir, sigur Elmar Skaalum. Hann er føddur 5. mai í 1942.

-Eg havi verið glaður fyri arbeiði í kirkjuni og eg eri góður við kirkjuna.

Elmar Skaalum hevur ikki verið sum hvalbingar vanliga. Hann hevur ikki verið nakað serligt sjómaður og tað hevur sína orsøk.

-Eg var í Ravnsoynni og róði út í 1959 og eg var næstan deyður í sjóverki, tað bar slett ikki til. Eg fór í landi og fór at arbeiða á Nordafar, tá ið verktíðin var. Hetta gjørdi eg næstu fimm árini. Vit fóru yvir í apríl og komu heim aftur um mánaðarskifti september ogtober.

-Tá var ikki tað samskiftið, sum er í dag, nú øll ganga við fartelefon. Vit sendu eitt telegram, tá vit vóru komnir yvir og eitt tá vit fóru á veg heim aftur. Teksturin var einfaldur. “Væl yvirkomnir” og “Sigla heim”. Einaferð var telefonboð eftir mær, tá var eg bangin. Eg bíðaði í fýra tímar áðrenn samband var. Tað var pápi,s um fortaldi, at hann hevði skaffað mær arbeiði í Sandvíkartunnellini. Tá var eg glaður. Hetta var knallhart arbeiði í verktíðini og vit gingu trýskiftis vakt.

-Sosiala lívið í Føroyingahavnini var so sum so. Dansur var ongin, onkuntíð kundi tú keypa eina fløsku frá onkrum týskum trolara og annars bestiltu menn úr Godthåb.

-Eg havi verið kolamaður. Aftan á tunellina til Sandvíkar fór eg at arbeiða á kolinum. At arbeiða í kolanáminum var eisini ein stór tíð fyri meg. Vit høvdu trygga inntøku og tað var hugnaligt at arbeiða inni í fjallinum, fjálgt, vit arbeiddu hvíttklæddir, eisini á hávetri.

Konan er úr  Hvalba, hon eitur Bjarma og er fødd Eystberg. Vit møttust á einum ungdómsmøti í prestagarðinum í Leirum í Hvalba. Vit eiga trý børn, tvey búgva í Hvalba og yngsti sonurin býr niðri. Vit hava fingið átta barnabørn og átta fold verður roknað sum gott . Eg havi áhuga fyri seyði og havi verið seyðamaður seinastu 25 árini. Mær dámar væl at geva seyði um veturin.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.