Elisabeth Joensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Teir hava verið á fjalli í Skúvoy hendan dagin eg komi inn at hitta Elisabeth Joensen. Hon er gift við Tummas Frank Joensen og nú eta tey fjalldøgurða. Tey hava verið í royting og tá er siður at hava kókaðan líra til døgurða . Eg verið boðin og ein líri verður eisini settur framman fyri meg. Hetta er fyrstu ferð eg smakki, og lírin smakkaði serdeilis væl. Feitur sum ein havhestaungi. Elisabeth er deknur í Skúvoyar kirkju, og tað er tí eg havi sett henni stevnu. Elisabeth er fødd 9. apríl í 1958.
-Eg eri úr Vági og eg møtti manni mínum í einum brúdleypi. Hann var komin suður í brúdleyp hjá einum systkinnabarni í Vági, sigur Elisabeth Joensen.
-Vit giftust tann 18 november 1979 og eg fall til beinanvegin í Skúvoy. Eg var von við smápláss. Mamma var úr Sandvík og eg átti eina mostir, sum búði á Dímun.
-Tað eru 40 ár síðan eg kom til Skúvoyar. Eg var bara 19 ára gomul. Vit hava fingið trý børn saman og trý barnabørn eisini.
-Her eru 33 gyllin í húsinum og ein seyður upp á gyllinin. Og vit taka alt upp frá flettingini.
-Eg arbeiði á Sandi og í Skúvoy sum heimahjálp og eg havi vaskað skúlan í bygdini í 24 ár, sigur hon.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.