Skriva út

Eliesar Høj

Sjógv - Eliesar Høj, klokkari
Eliesar Høj
klokkari
Sjóvar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eliesar Høj er føddur 22 oktober 1936 og hetta árið kom at broyta heimssøguna. Sama dag sum Eliesar varð borin í heim, varð heimurin víðkaður, fyrsta ferðamannaflogfarið fleyg úr USA og til Hawai. Hetta var eisini fyrsta árið, at útvarp varð nýtt í einum forsetavali og hetta var sjálvsagt í USA og Franco kemur til valdið í Spania og við hesi hending byrjar spanska borgarakríggið.

 -Eg havi verið knýttur at kirkjuni leingi og eg havi sitið í størvum, har eg havi havt ávirkan. Eg havi sitið í mong ár sum formaður, bæði í kommununi og í kirkjuráðnum. Eg sat sum formaður í kirkjuráðnum, tá ið kirkjan fekk nýtt orgul frá Verland Johansen. Kommunan lat tá 50.000 krónur og uttan hesa upphædd, hevði neyvan nakað orgul komið, sigur Eliesar Høj. 

    -Eg havi verið klokkari í Sjóvar Kirkju og tað er eitt gott starv. Tað hevur fallið mær heilt natúrligt. Antin var tað Erhard, ella var tað kirkjuráðið, sum heitti á meg, eg minnist ikki heilt. Eg gavst sum klokkari í 2006, tí tá orkaði eg ikki meira. Í tí sambandinum fekk eg eitt ur til gávus frá kirkjuráðnum. Mær dámdi væl at vera klokkari. Serliga føstu karmarnir, at alt skuldi vera til tíðina. Og tað hevði eisini sína sjarmu, at fara inn í kirkjuna undan gudstænastuni at vita, um tað nú var nóg fjálgt til kirkjufólki, ella um ein skuldi lata meira upp fyri hitanum 

    -Kona mín, Signhild, hevur eisini verið knýtt at kirkjuni sum tænari. Hon er uppvaksin í grannalagnum hjá kirkjuni og bar sum tíggjuára gomul fyrstu ferð vatn til kirkjuna, tá íð hon skuldi vaskast. Og hon helt fram við at vaska kirkjuna, heilt til hon fylti 67 ár. Vit hava verið leingi saman, hava rundað gullbrúdleyp og í ár eru tað 55 ár síðan vit giftust. Og vit hava verið meira saman í hjúnarlagnum enn tey flestu, tí eg havi verið heimamaður.