Skriva út

Eina Gudmundsen

Eina.jpg
Eina Gudmundsen
deknur
Sandavágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eina Gudmundsen er ættað úr Sandavági og hevur hevur verið virkin í bygdalívinum og ikki minst í felagslívinum. Og nú stendur hon á kórsgáttini sunnudagar og lesur lestur, tá ið prestur er aðrastaðni og annars tekur hon sær av inngangsbøn og útgangsbøn, tá íð prestur er. Eina er fødd 3 oktober 1961.

-Eg veit ikki, hví eg eri deknur, men kirkjuráðið bað meg. Her hava verið rættuliga fastir deknar og ikki nógv útskifting. Eg eri ein av teimum nýggju, tað eru fimm ár síðan eg tók við starvinum, havi verið deknur síðan 2014. Eg havi altíð gingið í kirkju, omma leiddi meg í kirkju sum barn og eg havi eisini gingið í kirkju síðani.

-Eg havi altíð havt lætt við at samskift við fólk og samskiftið er ein partur av mínum dagliga arbeiði. Havi verið formaður í Sandavágs Ítróttarfelag í mong ár. Eg havi havt sálmabókina við hondina alt lívið. Og eg hugsaði, tá ið eg var biðin, skal eg nú eisini á kórsgáttina at snakka. Eg haldi meg vera kompetentan til starvið. Tað verður sjálvdan snakkað um, hvat ein deknur ger.

-Vit skulu eisini velja sálmar, tað er mítt arbeiði sum deknur. Eg hugsaði við mær sjálvum, at tá íð kirkjuráðið nú spyr meg, so man tað vera tí, at tey halda meg vera egnaðan.  Mær dámar væl at vera deknur og eg brúki drúgva tíð upp á at fyrireika meg. Eg velji at lesa nógvar lestrar í gjøgnum og velji síðan tann, sum sigur mær nakað.

-Og eg havi fingið nógvar góðar og jaligar afturmeldingar frá kirkjufólkinum. Um hetta starvið lá mær fjart, hevði eg helst hildið meg burtur.

-Eina er gift við Edvard í Skorðini. Hon eigur tveir dreingir og eina dóttur. Og hon er eisini vorðin omma, hon eigur eina ommudóttur og ein ommuson. Eina arbeiðir dagliga sum tannrøktari hjá Tórshavnar kommunu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”