Egon Hansen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Egon Hansen er eitt kent andlit í kirkjulívinum bæði í dómkirkjuni og eisini í Nólsoy. Hann er nólsoyingur og hevur búð alt vaksna lívið í Havn. Og tey sum av og á eisini eru til jarðarferðir í Havn vita eisini av Egon. Hann er ein at teimum føstu “líkhanunum”, sum syngja fyri til jarðarferðir. Egon er føddur 10. juli 1947.
-Hetta er kanska eitt sindur av eini familjutraditión at syngja til jarðarferðir. Eg syngi fyri líki bæði í Nólsoy og í Havn. Vit eru fimm, sum syngja í Havn og vit eru ikki í hesum sambandinum knýttir til nakra ávísa kirkju. Vit syngja til allar jarðarferðir í øllum meinigheitum. Brøðurnir hava egnar sangarar. Eg havi sungið nógv í kóri, havi verið virkin kirkjusangari í Havnar kirkju í mong ár, sangur er mín áhugi.
-Eg havi starvast sum avloysaradeknur. Tað byrjaði longu, tá eg var ungur og pápi var burtur. Eg havi eisini avloyst fyri onnur. Kirkjusangur hevur sum sagt, mín stóra áhuga og tað er munandi tyngri at syngja í kirkjum uttan urgu, sigur Egon Hansen.
Egon fór á Føroya Læraraskúla í 1966 og varð liðugur í 1971. Síðan fekk hann starv á spesialskúlanum og seinni skúlaráðgevi á Landskúlafyrisitingini, har hann tók sær av børnum sum høvdu trupulleikar við talu og við hoyrn.
Egon er ein virkin pensionistur og hann er í svimjihøllini hvønn morgun. Eisini syngur hann í Tórshavnar Manskóri. Hann hevur í 16 ár sitið í kirkjuráðnum fyri Dómkirkjuna. Egon hevur skrivað bók um kirkjuna í heimbygdini og er ættarkønur. Onkuntíð hoyra vit hann lesa morgunlestrar í útvarpinum.
Konan Katrina er ættað úr Dali. Tey eiga trý børn og fimm barnabørn. Tey eiga jørð í Dali og tað fer við eitt sindur av tíðini.