Skriva út

Edvin Joensen

Edvin Joensen, deknur.jpg
Edvin Joensen
deknur
Leirvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hvussu arbeiðið í kirkjuni er háttað fyri teir einstøku kirkjutænararnar kann vera ymiskt og Edvin Joensen hevur upplivað, at deknastarvið førdi til so nógv annað innan kirkjuna. Hann er føddur 19 juni 1944 og sum 36 ára gamal og lærari varð hann biðin at lesa í kirkjuni. Næstu átta árini røkti hann deknastarvið.

-Í 1993 var eg valdur í kirkjuráðið og sat í trý skeið fram til 2005, øll árini sum formaður. Eg eri altíð biðin um at stilla upp og næstu árini førdu álitisstørvini til onnur álitisstørv innan fólkakirkjuna. Kirkjuráðsfelagið varð stovnað í 1995 og har varð eg valdur í nevndina. Eg var skrivari til 2002. Tá bleiv eg formaður og sat í hesum sessi til 2006, sigur Edvin Joensen.

-Hetta at hava sagt ja til deknastarvið í Leirvikar kirkju førdi nógv við sær. Eg gjørdist um aldarskiftið limur í próstadømisráðnum. Eg var formaður frá 2002 og fram til 2014. Her var millum annað viðlíkahald av kirkjum viðgjørt og her var nógv at takast við.

-Meðan eg var formaður í kirkjuráðnum í Leirvík gjørdu vit stórarbeiði, eitt nú at drena kring kirkjuna og fingu nýtt gólv í hana. Í hesum sambandið fingu vit eisini parkeringsplássi omanfyri kirkjuna.

-Mær dámar væl at gera tænastu fyri kirkjuna og havi ongantíð hildið, at hetta arbeiði hevur verið ein byrða.

-Eg havi verið virkin í kirkjuráðsarbeiði, og kanska hevur tað ligið væl fyri, tí eg eri lærari og havi verið lærari í Leirvík tað mesta av míni tíð og harvið eri eg heimamaður.  Og eg havi ikki slept kirkjutænarastarvinum heilt enn. Eg hjálpi kirkjuliðnum í  Elduvík og lesi av og lestur har. Tey eru so illa mannaði við kirkjutænarum og formaðurin í kirkjuráðnum í Elduvík plagar at ringja og biðja meg koma.

Eg var biðin til dekn í 1985 og síðan er alt hitt arbeiðið fyri kirkjuna komið aftaná, sigur Edvin Joensen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”