Edvard Magnussen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Edward var klokkari eitt skifti í nítiárunum í farnu øld, ella nærri roknað frá 1991 til 1996. Og tá ikki lá fyri hjá honum at ringja, avloystu synirnir hann. Edward er føddur 7. januar 1946.
-Mítt lív hevur verið sum hjá mongum. Eg fylti 16 í Havn á veg til Íslands at arbeiða. Síðan í 1962 í Føroyingahavina í Grønlandi at arbeiða og aðrastaðir við. Mær dámdi væl at rógva út í Grønlandi. Vit bygdu skúrar við Kappan í 1963. Tá hendi ein keðilig hending, vit mistu ein mann, hann var ættaður úr Vágunum. Hann druknaði og tað kastaði ein skugga yvir ævintýrið í Grønlandi.
-Vit hava altíð havt bát, men tað hevur tíverri ikki livað fiskur seinastu trý árini. Her er so steindeytt av hvítum fiski, orsakað av makrelinum. Vit mugu fiska meira makrel, skulu vit fáa vanligan útróðrarfisk aftur, sigur Edvard Magnussen.
-Konan, Ásla, er úr Trøllagili í Klaksvík og vit hittust í “Kongens Kjøbinhavn,” tað hevur hildið síðani. Vit hava fingið tríggjar synir. Vit giftust í 1968 og fyrsti sonurin varð føddur í 1971. Tað var ikki nemt, at fáa konuna at flyta suður til Famjins. Men svigerfar kom til hjálpar. Hann spurdi vinarliga dóttrina, um hon ikki kundi royna at flyta suður, bara eina tíð fyri at royna tað og hon eftirlíkaði og hevur støðast síðani.
-Ásla var í hornorkestrinum í Klaksvík sum ung og tveir synir hjá okkum hava eisini verið í hornorkestri her suðuri, so tað hevur verið ein øgiligur sjongur heima hjá okkum onkuntíð, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.