Skriva út

Edmund Abrahamsen

Fuglafjørður - Edmund Abrahamsen, klokkari
Edmund Abrahamsen
klokkari
Fuglafjarðar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Edmund situr í kirkjukjallaranum í Fuglafjarðar kirkju sum ein Samson á at líta. Hann er stórlimaður maður við øgiligum kreftum, tá ið hann var upp á tað besta. Kaffi er heitt og koppurin umbroytist til ein dukkukopp, tá ið fremsti fingur og tummilin taka í handtakið. Hondin er veldig samanborin við rúkandi koppin. Og her er talan um ein slitmann, sum hevur sett nógv á. Í 13 ár var hann kavari upp á tann gamla mátan í hesum tungu búnunum, og tá var hann fyri tað mesta niðri á botni. Edmund er føddur 18 juni í 1944 og hann er ein av 15 systkjum, sum vóru fødd av mammuni, soleiðis næstan slag í slag innan 18 ár, tá ið seinasta barnið sá dagsins ljós. 

    -Tað longsta eg var á botni var sjey og ein hálvan tíma. Hetta var í Skopun. Eg avloysti pápa, sum hevði verið dykkari í mong ár. Tá var eg móður. Annars er tað friðarligt niðri á botni og eg havi kavað kring allar Føroyar. Har er kalt og tú má vera væl klæddur. Tey fyrstu árini brúktu vit slett ikki handskar, og tað kundi vera kalt. Upprunaliga eri eg jarnsmiður og eg mátti gevast við dykkaravirkseminum, tí knøini byrjaðu at ganga fyri. Har var einki at gera. Eg lærdi hjá Meka og fór síðan at dykka. Eg gavst í 1978 og síðan tók Símin, bróður yvir, sigur Edmund Abrahamsen. 

    -Eg eri kirkjufólk burtur av. Jú kanska slakkaði kirkjugongdin eitt sindur av í tannárunum, men hon mentist aftur. Í dag er sunnudagurin merkiligur, um ikki kirkjan er við. Eg eri samdur við teimum, sum siga, at kirkjugongd er ein vani og eg haldi, at talan er um ein góðan vana. Her er ikki nakar nýggjur boðskapur vit hoyra. 

    -Klokkarastarvið líka sum hoyrir til familjuna. Edward Skarðsá, mammubeiggi mín var leingi klokkari og pápi plagdi at avloysa hann, tá ið hesin var burturstaddur. Og vit plagdu at hjálpa pápa. Tá ið eg var um 13 ára gamal plagdi eg at ringja fyrstu og aðru ferð og so var pápi klokkari til sjálva gudstænastuna. 

    -Seinni varð klokkarastarvið meira formelt og tann 13 desember í 1987 vóru vit fýra klokkarar settir í fast starv. Tað var Eivind Vilhelm, próstur, sum setti okkum. Edward var framvegis klokkari og hann var líka sum formaður og skipaði fyri, nær vit skuldu ringja.
Eftir at Edmund var komin upp úr dýpinum og upp á land, fór hann at starvast hjá Havsbrún og, har var hann í knapt 19 ár. Og her kom smiðjulæran væl við.