Skriva út

Ebbe Frederiksberg Petersen

Sankta Ólavs kirkjulið - Ebbe Frederiksberg Petersen, deknur
Ebbe Frederiksberg Petersen
deknur
Hans Egede Kirke
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ebbe Frederiksberg Petersen hevu búð í Keypmannahavn seinastu árini. Hann hevur lisið gudfrøði og hevur ein steðg í hesum nú. Hann er familjumaður og hevur verið deknur í Sankta Ólavs kirkjuliði í Hans Egede kirkjuni frá 2013-2017.

-Vit hava fingið trý børn innan fimm ár og tá hevur mann ikki stundir til meira enn børnini og neyðugasta arbeiði. Eg havið tikið bachelor í gudfrøði og eri farin undir kandidatin, men havi koyrt lesnaðin á pausu eina tíð, fyri at finna rætta eldin at halda fram, sigur Ebbe Frederiksberg Petersen, sum er føddur 22 desember í 1985.

-Eg eri eisini útbúgvin timburmaður og havi stovnað eina fyritøku, har eg starvist sum timburmaður einsamallur. Tað er tað eg livi av akkurát nú. Við eini einmannsfyritøku ber til at leggja soleiðis til rættis, at hetta passar saman við børnunum. At arbeiða einsamallur gevur mær flextíð, soleiðis, at eg eisini kann vera hjá børnunum, sigur hann.

-Eg havi verið deknur í føroysku gudstænastuni í Hans Egede kirkjuni í fleiri ár. Tað var eitt gott arbeiði og her lærdi eg at gera tænastu fyri fólki, sum vóru komin at hoyra. Kirkjutænarar gera nógv góð ting, sum kirkjuliðið fær gagn av.

-Eg eri eisini útbúgvin kokkur, ein útbúgving, sum eg tók á kokkaskúlanum í Klaksvík. Nú havi eg til góðar at fara at royna meg sum skipskokkur, tað verður kanska einaferð, sigur hann.

Ebbe er giftur við Kirstin, hon er ættað av Strondum. Hon lesur niðri til erneringsassistent.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”