Skriva út

Durita Djurhuus

Selatrað - Durita Djurhuus, deknur og organistur
Durita Djurhuus
deknur og organistur
Selatraðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard


Durita Djurhuus er ein ung kvinna á Selatrað og hon er álitisfólk í kirkjuni. Hon kom í heimin 30 januar 1985 og tók útbúgving sum lærari á Føroya Læraraskúla í 2011 og nú starvast hon dagliga sum lærari við felagsskúlan á Oyrabakka. Hon eigur hús á Selatrað og har er hennara heim.


Durita hevur tvinnar uppgávur undir gudstænastu, umframt at hon er formaður fyri kirkjuráðnum. Hon er organistur og hon er eisini deknur.


-Eg byrjaði at avloysa Jangrim Poulsen sum organistur, ja,soleiðis byrjaði tað. Eg hevði gingið á Musikkskúla á Strondum og Heðin Kambsdal var lærari. Síðan kom Petur Martin Johannesen av Skála og gav mær undirvísing. Eg kom í kirkjuna sum organistur og so bleiv eg deknur. Jóan Karl og Gerhard vóru deknar og eg fór at avloysa teir. Nú havi eg verið fast deknur í eitt ár, sigur Durita Djurhuus.


-Tað er heilt hvør sítt at fyrireika seg til organistleiklutin og at fyrireika seg til lesturin. Annað forarbeiðið  er eftir nótum og hitt er at lesa. Talan er um hvør sína uppgávu og mær dámar báðar.


-Og hví búgvi eg á Selatrað. Eg eigi eini hús, eg eigi eitt heim og eg eri góð við mítt egna. Mær dámar friðin her og eg eri uppvaksin her í bygdini. Eg eri ikki komin longur enn her til og eg veit ikki, hvat hendur í framtíðini,  sigur hon.


-Eg eri eisini glað fyri at vera lærari, vit fáa tíbetur so nógvar ymiskar uppgávur sum lærarar. Tá ið eg fari í kirkju, tá kemur ein ávísur friður yvir meg. Tað er ein góð kensla at vita, hvat man kemur til og at øll eru líka í kirkjuni. Formurin yvir gudstænastuni er fastur og tí veit man, hvat man kemur til. Møtir eru meira induviduel.  Kirkjan er meira stív og í mínum eygum ikki for stív.


-Eg haldi, at hámessan skal vera soleiðis sum hon er og tað skal eisini vera rúm fyri øðrum. Eitt nú at fáa annan sang inn í gudstænastuna. Nú er hetta ein lítil bygd og vit hava ikki somu møguleikar sum størru plássini, men eisini her ber til at variera, sigur Durita Djurhuus.