Skriva út

Dia Petersen

Dia Petersen.jpg
Dia Petersen
klokkari
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Dia Petersen er ikki hvalvíkingur og tað er konan Malan Petersen heldur ikki. Tey hava ongin ættbond í Hvalvík ella Streymnesi, har tey búgva. Tey eru klokkureinir tilflytarar. Dia er hovbingur og Malan er úr Trongisvági. Tey eru suðuroyingar. Dia er føddur 20. november 1976.

-Vit bygdu fyrst í Havn, men vóru for bygdaslig til at búgva har og tí fluttu vit norður til Streymnesar. Vit trívast í Streymnesi og vit eiga tvey børn, eina gentu sum er 11 ár og ein son sum er sjey ára gamal, sigur Dia Petersen.

-Eg livi eitt hundalív, bókstaviligt. Eg eri politistur og havi ábyrgdina av einum tænastuhundi, einum sjefara, sum eg venji. Politihundar eru eisini sum vanlig húsdjór og teir krevja nógva venjing og mín hundur er ein góður hundur.

-Fyri at trívast blandaðu vit okkum uppí bygdarlívið. Og so kom dagurin, har heitt varð á meg um at ringja í kirkjuni og eg segði ja. Eg eri glaður fyri at vera kirkjutænari. Eg er uppvaksin við kirkju og missiónshúsi og kona mín situr í kirkjuráðnum.

-Í dag er sambandið ikki so tætt við Suðuroynna, tó eru vit har suðuri nakrar ferðir um árið og vitja familjuna.

-Eg haldi, at tað var lætt fyri okkum at koma inn í bygdarlívið. Vit byrjaðu við at leiga ein kjallara og húsfólkini bjóðaðu okkum við í føðingardagar ymsa staðni í bygdini og vit lærdu fólk at kenna. Eg haldi, at tað er ein spurningur um hugburð. Vit vildu koma í samband við fólk.

-Eg eri formaður í Bátafelagnum her á staðnum og har er sosialt felagslív. Miðlingabeiggin er eisini fluttur higar, men vit sakna familjuna í Suðuroy.

Samrøðan er gjørd á sumri 2016.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.