Dávid (Dávur) Reinert Hansen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Dávur er havnamaður og hann hevur seinastu mongu árini búð í Sunda kommunu á Oyri. Reinert Hansen eftirnavnið hevur nakað við Toftir at gera og bæði foreldrini hjá Dáva eru av Toftum og fluttu til Havnar, har tey búsettust. Hóast doyptur Dávid, verður hann kallaður Dávur og er føddur 2. september 1960.
-Grundin til at eg búgvi á Oyri er ikki so torskild. Konan Thordis og eg giftust fyri 30 árum síðan og hon var ættað av Oyri og vildi fegin seta seg niður í heimbygdini og so var tað avgjørt. Eg havi trivist væl her. Vit bygdu á Oyri, sigur Dávur Reinert Hansen.
-Eg havi verið í kirkjuráðnum í fleiri ár. Tað var tørvur á avloysaradeknum og tað starvið kundi eg átaka mær. Tað eru longu nøkur ár síðan. Eg segði ja við gleði, tá íð áheitanin kom.
-Tað var ein undarlig tíð, tá íð vit bygdu, stutt eftir kom stóra fíggjarkreppan, sum legði alt samfelagið lamið og var fíggjarliga svár hjá mongum. Men vit vóru ung og høvdu ikki svøvnleysar nætur av kreppuni.
Dávur er verkfrøðingur og hevur í dag egna fyritøku innan ráðgeving. Hann er egin arbeiðsgevari.
Í fríðtíðini er Dávur ofta at síggja rennandi í náttúruni. Hann er bitin av at renna og dámar eisini væl at renna í náttúruni í haganum. Hann sæst eisini í rennikappingum.
Thordis og Dávur eiga tríggjar dreingir og enn er onki barnabarn komið.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.