Skriva út

Dánjal Petur Hansen

Dánial Petur Hansen klokkari og deknur í Sandavágs kirkju.jpg
Dánjal Petur Hansen
deknur og klokkari
Sandavágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Í løtuni eru setanartreytirnar fyri at gerast klokkari í Sandavágs kirkju, at tú í minsta lagi er skipsførari og nú eri eg lækkaður í tign, komin niður úr torninum og eri vorðin deknur í kirkjuni. Orðini eigur Dánjal Petur Hansen, sum hevur verið klokkari í Sandavágs kirkju og sum nú er deknur. Hann er føddur tann 13. mars í 1954.

-Eg er uppvaksin á Steig í Sandavági og møtti konu míni Lisu í Johannesdatter í heimbygdini. Hjá mær er tað einki minni enn eitt kall at vera vera kirkjutænari. Eg gjørdist klokkari í 1994. Eg hevði umhugsað at gerast kirkjutænari áðrenn, men knappliga vóru boð eftir mær og eg rætti ikki hond frá síðu, knappliga var eg klokkari. Sama hendi, tá ið eg gjørdist deknur. Eg avloysti Heina Petersen og eftir eina tíð var eg fastur deknur.

-Í dag arbeiði eg hjá kommununi og tað er eitt fínt arbeiði. Eg sigldi í 20 ár. Fyrst við fiskiskipi, síðan á skúla og síðan sigldi eg úti í nøkur ár. Eg var tollari frá 1988-1995 og fór út aftur at sigla. Vit sigldu nógv í Miðalhavinum, minnist, at har var illa sjógvað. Tá eg gavst at sigla fór eg at koyra lastbil og buss.

-Vit eiga trý børn og eisini trý barnabørn, sogur Dánjal Petur Hansen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.