Skriva út
Dánjal Jákup Danielsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Dánjal Jákup hevur verið klokkari síðan hann var blaðungur. Hann er føddur 1. september 1939 og hevur verið lættari á fótum fyrr enn hann er í dag. Hann hevur havt eina heilabløðing og er merktur at tí. Men hann klárar seg heima.
-Abbi mín var klokkari, eg eri uppkallaður eftir honum. Hann varð nevndur Dánjal Jákup í Kálgarðinum. Hann var klokkari leingi, seinnu árini ringdu deknarnir eisini sjálvir.
-Eg fór til skips, tá ið eg var 17 ára gamal og var til skips í 20 ár. Tað var ein góð tíð til skips, fyrst við slupp og síðan við línubáti. Eg var eisini og róði út í Íslandi og var seinni við íslendskum trolarum. Eg ætlaði ikki at leggjast uppi, men vit høvdu neyt og pápi gjørdist sjúkur og her var nógv at gera. Eg var so heppin at fáa starv hjá landsverkfrøðinginum til vegagerð og síðan passaði eg jørðina. Her er búgvi er mítt barnaheim. Eg havi jørðina enn, men tað eru aðrir, sum brúka hana.
-Nógv er broytt mína tíð. Tá ið eg var ungur, var fuglaveiða ein týðandi táttur og vit røktu bjørgini.
Eg var ikki av djarvastu monnum, brøður mínir vóru nógv djarvari, men eg slapp upp í part. Eg var við seinastu ferð siðið var í Sumba. Tað var í 1953 og fóru niður í Niðanfløtt, eitt sið uppá 70 favnar og síðan fóru vit longur niður eftir rókunum at fygla lomviga. Seinastu ferð farið var eftir fugli í bjørgunum her var í 1977. Eftir tað varð tað forboðið. Man vandi seg við at vera í bjørgunum. Vit vóru fimm brøður og allir vóru við. Lomvigin var for soltin til at turka. Hann varð saltaður. Vit turkaðu nógvar nátaungar, teir vóru góðir, men goymdust ikki væl, tí teir tránaðu.
-Eg koyri á Hamrargarð í Vági tríggjar dagar um vikuna, har fái eg uppvenjing eftir blóðtøppin.
Tað er hugnaligt at fara á Hamragarð, tí har kenni eg fólk, har eru mínir javnaldrar. Eg var óheppin, eg datt av blóðtøppinum og breyt kokubeinið. Eg lá í tríggjar mánar á sjúkrahúsinum, nú gongur betri, sigur Dánjal Jákup Danielsen.