Skriva út

Dánial Lydersen

Viðareiðiskirkja - Dánial Lydersen, deknur
Dánial Lydersen
deknur
Viðareiðis kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard 

Dánial Lydersen av Viðareiði er føddur mitt undir krígnum, beint undan ólavsøku tann 26 juni 1942 og hann ørminnist eina hending frá krígnum. Tað var ein týskur flúgvari, sum var eystanfyri bygdina.

-Abbi velti har eysturi og tað varð skotið eftir flúgvaranum, sum var á kanningarferð at kanna veðrið, sigur Dánial Lydersen.

-Eg havi verið deknur í eini 30 ár tilsamans. Ella eg var deknur, tá íð eg var heima. Eg sigldi úti við danska handilsflotanum, var stýrimaður og skipari hjá AP Møller í mong ár. Eg kom víða um í heiminum, ja allan vegin runt.

-Eg fór út at sigla í 1966 og tað var ógvuliga spennandi tíð og í fjareystri dámdi mær serliga væl .

-Eg ivaðist, um eg skuldi gerast deknur. Helt meg ikki vera verdigan. Tað var Salemon Joensen, prestur, sum bað meg. Men síðan eg tók avgerðina, hevur mær dámt at verið deknur. Eg var deknur frá 1981 og fram til 2011. Í 2009 fekk eg stóran skaða í eini ferðsluvanlukku. Eg var illa gongdur, at eg gavst sum deknur. Eg eri komin meg, nú er heilsan betri, sigur Dánial Lydersen.

-Mær dámdi væl at lesa í kirkjuni og eg lesi enn lestur heima. Tað var ein avbjóðing í fyrstuni og neyðugt er at lesa uppá. Eg haldi, at ein næstan skal duga uttanat áðrenn kirkjugongd, fyri at fáa rætta melodiin fram undir lestrinum. Kirkjan hevur týdning fyri meg og eg gangi í kirkju enn, sigur hann.

Dánial eg giftur við Fíu Gram, hon er ættað av Tvøroyri.

-Vit møttust á Sjómansheiminum í Havn, meðan eg gekk á skúla. Hon hoyrdi til Brøðrasamkomuna og nú er hon doypt í kirkjuni. Eg átti dóttrina Alis Joensen, áðrenn vit møttust. Hon býr í dag í Aalesund. Vit vitja av og á og hon vitjar eisini í Føroyum. Tað er bara so forbankað langt til Aalesund. Sonur okkara, sum siglir við norskum fiskiskipi, vitjar ofta systrina í Aalesund. Vit eiga umframt sonin tvær gentir saman.

-Og væl er komið burtur úr. Vit eiga 12 barnabørn, her hevur roynst eins væl og hjá Ábrahami í skriftini.