Dánial Arni Debes
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Dánjal Arni Debes hevur verið klokkari í Norðskála kirkju síðan 2018. Hann er oyramaður og búsitandi í húsunum hjá ommuni á Oyri, sum hann hevur umvælt. Tað einasta, sum er eftir í gomlu húsunum er stórviðurin. Dánial, sum hann vanliga verður nevndur, roknar seg sum heilan oyramann og er av tí navnfromu Debes ættini, sum sæst aftur fleiri staðni í Føroyum.
-Eg havi nú verið klokkari í nøkur ár. Tað manglaði ein klokkari, eg varð spurdur fleiri ferðir, og at enda játtaði eg. Øll kring meg søgdu mær, at onkur mátti traðka til, nú kirkjan manglaði klokkara og kenslan av at manna hetta starvið hevur verið góð fyri meg, heilt frá byrjan, sigur Dánjal Arni Debes, sum er føddur 18. november 1972.
-Vit ringja klokkan 10 og 11 sunnudagar um summarið og 10 og 12 um veturin, tað liggur heilt fast, sigur hann.
Dánial og familjan trívast væl á Oyri í húsunum, sum hann keypti frá ommuni. Húsini eru bygd í 1920, men har var nógv at takast við, áðrenn tey kundu flyta ikki og alt arbeiði hevur Dánial gjørt sjálvur.
Dánial er giftur við Lindu á Marknagili, hon er ættað úr Oyndarfirði. Tey eiga fýra børn.
-Eg arbeiði nú hjá Univice í Runavík. Vit takast við alt innan stál og glasfibur. Eg sigldi fyrr við línubátum, men tað lívið sakni eg ikki í dag. Onkuntíð vóru vit mynstraðir 268 dagar okkurt árið við lítlari inntøku, tað er einki at leingjast aftur til, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.