Skriva út
Dan Højgaard
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Teir allarfyrstu rituvíkingarnir kallaðust Petur Højgaard og Nicolina Torkilshøj tey vóru av Toftum. Og tá varð navnið Rituvík ikki havd á munni soleiðis dagliga. Hagin er partur av Neshaganum og oftast varð sagt yviri í Haga, tá um staðin Rituvík varð tosað. Jólaaftan 1873 fluttu tey til Rituvíkar og tey settu seg niður longst burtur, tá ið tú koyrir til bygdina í dag. Og síðan tá hava eftirkomarar verið at sæð á hesum staðnum.
-Eg eri uppvaksin í Strætinum, sum vit kalla býlingin og nú hava vit keypt húsini hjá langommu og langabba hjá konuni. Tað eru húsini hjá Sannu og Hans Lamhauge. Tey eru bygd i 1934 og hava stoypta grund. Húsini her á leið, sum eru bygd í tjúgunum hava laðaða grund. Vit seta húsini í stand og hava roynt at varðveitt húsini uttan, men innan er talan mest sum um nýggj hús.
Hetta er stórarbeiði, vit hava eisini sett kvistar á. Vit hava jørð her og eg eri tættari at mínum barndómsumhvørvi, sigur Dan Højgaard,sum er ein av teimum trimum klokkarunum í Rituvíkar kirkju. Hann er føddur 27 juli 1981.
-Eg kann siga, at mín uppruni er tann sami, sum hjá teimum fyrstu niðursetufólkunum. Pápi mín Jákup Højgård er úr Rituvík og mamma mín Ingibjørg er av Nesi.
-Hví eg eri kirkjutænari? Eg varð spurndur av Fritjof Olsen, hann var í kirkjuráðnum. Hetta var í 2006. Eg segði ja beinanvegin. Eg havi verið virkin í heimamissiónini síðan 2002. Eg kom til trúgv i 2001 og áðrenn tað var eg lítið í kirkju, tað skal eg erligt indrømma, sigur hann.
Dan arbeiðir sum sølumaður hjá Borg og hevur enn ikki fingið starvið hann er útbúgvin til . Eg læs fýra ár í Englandi og kom heim aftur seinasta summar. Útbúgvingin snúði seg um samskifti og leiðslu. Eg havi ætlanir um at stovna mína egnu fyritøku innan mítt fak.
-Eg eri virkin í bygdini, og arbeiðið í missiónshúsinum fer eisini við tíð. Børn eru ikki komin enn, tað liggur í Guds hondum, sigur hann.