Skriva út

Claus Olsen

Claus Olsen.jpg
Claus Olsen
klokkari
Hvalbiar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Claus Olsen er virkin í kirkjulívinum í Hvalba. Hann er formaður í kirkjuráðnum, hann er klokkari triðja hvønn mána og hann er vanligur kirkjugangari, tá ið hann ikki hevur ábyrgd í torninum. Claus er føddur 27. mars í 1967.

-Eg bleiv klokkari, tá ið eg bleiv formaður og tað er ein heiður at fáa ljóð úr elstu kirkjuklokkuni í landinum. Hon er fleiri hundrað ára gomul og eg áni ikki, nær hon er komin til Hvalba og tíans heldur nær hon er stoypt, sigur Claus Olsen.

-Eg havi altíð verið knýttur at kirkjuni, so langt aftur eg kann minnast og eg eri tað enn. Vit klokkarar taka ein mána í senn og tá hava vit ábyrgdina av at ringja til gudstænastu og tá jarðarferðir eru. Fyrr ringdu klokkararnir tríggjar ferðir sunnumorgun. Tað er avlagt, nú verður bara ringt einaferð og tað er tá íð gudstænastan er, sigur hann.

-Her hjá okkum situr klokkarin altíð á loftinum viðsíðuna av organistinum. Hetta er fyri at hjálpa organistinum at halda skil á, nær seinasta ørindi byrjar, um talan er um drúgvar sálmar. Og klokkarin hjálpir eisini til niðri í kirkjuni, tá ið talvan gongur. Deknurin tekur høgru síðu og klokkarin vinstru og eg farið upp aftur á loftið, tá ið liðugt er at ganga við talvuni.

-Eg hevði slett ikki hugsað um at gerast kirkjutænari, áðrenn eg stóð í støðuni. Eg havi veirið nógv burtur, siglt í 23 ár við trolara og harav í fleiri ár við norskum trolara. Konan Sunrid, sum eisini er úr Hvalba og eg fluttu við børnunum til Norra í 1995, tí eg sigldi við einum norskum trolara. Seinastu árini flutti konan og børnini heim aftur og eg ferðaðist í míllum. Vit eiga trý børn, tvær døtur og ein son. Eg kundi ikki hugsað mær at búð nakra aðrastaðni í landinum. Mær dámar væl her og mær dámar eisini væl at fáast við seyð.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.