Skriva út

Carl Johan Petersen

Carl J. Petersen.jpg
Carl Johan Petersen
deknur
Sands kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Carl Johan hevur verið keypmaður á Sandi alt lívið og hann hevur verið serdeilis trúfastur sum deknur í kirkjuni. Í samfull 50 ár læs hann í Sands kirkju. Ì dag hevur hann langt frá sær og er pensionistur. Hann er ógiftur og býr einsamallur. Carl er føddur 18. juni 1932.

-Kjartan hjá Annu var deknur undan mær og Hanus í Miðstovuni í Trøðum avloysti hann. Eg varð biðin, tí eg var heimamaður. Tað var Hanus, sum bað meg loysa seg av viðhvørt, soleiðis byrjaði tað og seinni kom eg í fast starv sum deknur. Árini eru nógv í kirkjunnar tænastu og enn er ongin medailja komin frá kongshúsinum og tað er ikki soleiðis, at eg gangi og bíði eftir henni, sigur Carl Johan smílandi.

-Eg havi veri deknur undir fleiri prestum. Byrjaði undir gamla presti Blicher. Men tað er einans tí, at eg havi verið so leingi í tænastuni, at prestaskiftið hevur verið. Prestar hava tað við at vera leingi á Sandi, tað man vera nakað gott at vera í Todnesi. Men teir fara nokk ikki eins múgvandi og Harra Klæmint aftur úr Todnesi.

-Mamma og pápi høvdu handil í kjallaranum hjá okkum og tað lá í kortunum, at eg skuldi gerast handislmaður. Eg varð sendur niður á premilinerskúla sum 14 ára gamal. Hetta var á Baptisternes Højskole í Tølløse. Eg var niðri frá 1946-1948. Týskararnir høvdu havt skúlan undir krígnum, og hann var illa farin. Mær hevur altíð dámt handilsskap væl. Tað vóru 11 handlar á Sandi, tá ið eg var ungur. Nú er ein á Sandi, tveir eystanfyri og ein í Skopun.

-Eldhús var eitt gamalt sornhús, sum stóð har handilin stendur í dag. Húsið hoyrdi til ein bóndagarð, sum lá her í grannalagnum.

-Eg byrjaði sum keypmaður í 1950. Frammanundan hevði eg verið ein vetur í starvi sum skrivstovufólk á dómaraskrivstovuni. Men har kom lítið burtur úr, tíðin fór fyri tað mesta við at sleikja frímerki. Men eg fekk væl burtur úr allíkavæl, tí um kvøldarnar gekk eg á handilsskúla, og tann lærdómin fekk eg nógv brúk fyri seinni í lívinum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.