Skriva út

Bjørg Hentze

Sankta Ólavs kirkjulið - Bjørg Hentze, kirkjusangari í Hans Egede kirkjuni.
Bjørg Hentze
kirkjusangari
Hans Egede Kirke

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bjørg Hentze er virkin millum føroyingar í Keypmannahavn. Dagliga er hon umsitingarleiðari á Sendistovu Føroya í Strandgade í Keypmannahavn og sunnudagar syngur hon í Sankta Ólavs kirkjuliði, sum í dag heldur til í Hans Egede kirkjuni á Østerbro.

-Eg eri havnafólk, fødd og uppvaksin í Havn. Foreldrini eru Levi Hentze og Sanna Herlufsdóttir. Pápi mín er ættaður av Sandi. Eg var nógv á Sandi sum barn. Eg havi ferðast nógv. Var sum ung eitt nú og arbeiddi á einum skeljavirki í Íslandi á Stykkishólmi og var eisini í London, sigur Bjørg Hentze, sum er fødd 27 februar 1977.

-Eg var 25 ár, tá ið eg fór niður at lesa í 2002 og var liðug í 2006 og eg havi verið niðri síðan. Eg havi havt tætt tilknýti til kirkjuna síðan eg kom niður. Leif Hansen var organistur og hann hevði eisini verið fastur kirkjusangari. Hann hevði brúk fyri einum avloysara og eg fekk starvið. Hetta var í Samielskirkjuni. Tá íð vit fluttu í Hans Egede kirkjuna í 2014 varð eg spurd, um eg vildi vera fastur kirkjusangari og eg segði ja.

-Vit eru ikki professionellir sangarar, tí eru krøvini ikki so stór. Vit eru fýra fastir sangarar og vit hava eisini avloysarar. Felags fyri okkum er, at vit hava sanggleði og at vit tora at syngja einsamøll við egnari rødd ella solo. Eg havi ikki sungið í kóri heima í Føroyum, men eg havi verið í Húsakórinum í Keypmannahavn, sigur hon.

Bjørg og Rúni eiga tvey børn, eina gentu, sum er sjey ára gomul og ein drong, sum er fýra ára gamal.
 
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”