Skriva út

Bergur Stórhamar

Bergur Stórhamar, Deknur Í Tvøroyrar Kirkju
Bergur Stórhamar
deknur
Tvøroyrar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bergur Viggo Stórhamar hevur verið deknur í Tvøroyrar kirkju í tveimum umførum og hann er deknur í kirkjuni nú. Bergur er føddur 25. maj 1953. Stórhamar er ein hamari undir Oyrnafjalli, nýggja eftirnavnið fekk Bergur, tá ið hann var 18 ára gamal. Áðrenn skrivaðist hann Sørensen.

-Eg lærdi til skrivstovumann á Ríkisumboðnum í Havn. Hesa tíðina var eg virkin í grønu skótum á Argjum. Í febr. 1977 fluttu vit suðuraftur, tá eg fekk arbeiði á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tá byrjaðu vit skótaarbeiði og kallaðu okkum KFUM-skótarnir á Tvøroyri. Eg spurdi Jóhan Veihe , sum tá var prestur á Tvøroyri, um tað bar til at hava eina Baden Pawell skótagudstænastu og tað var gaman í, men treytin var, at eg skuldi fortelja nakað um Baden Pawell í kirkjuni. Tá kom Hansina Mortensen og spurdi um eg kundi lesa í kirkjuni. Eg, saman við Finn og Kristionnu, avloystu Erling Eidesgaard, sum tá var vorðin sjúkur. Eg mundi vera deknur í eini tíggju ár í fyrsta umfarinum. Eg tók við aftur sum deknur fyri átta árum síðani og eri framvegis, sigur Bergur Stórhamar.

-Eg treivst væl, tá eg lærdi í Havn og eg trívist eisini væl á Tvøroyri. Og mær dámar væl at vera deknur, teir dagarnir kenni eg tað , sum at eg gangi í búna Guds og mær dámar væl at fullføra gudstænasturnar. Eg fyrireiki meg altíð væl og brúki fleiri dagar um at seta meg inn í tekstin. Í fyrireikingini lesi eg hart fyri mær sjálvum, tað hevur týdning. Mær dámar væl at lesa lestrar eftir John Mylnhamar og Jákup Dahl.

-Kirkjufólkið er í afturgongd, tað eru umleið 30 fólk til eina vanliga gudstænastu á Tvøroyri, tað er ikki nógv í mun til fólkatalið. Eg haldi, at fólk eru raskari at ganga í kirkju á smáplássunum enn tey eru á teimum størri. Eg eri eisini onkuntið deknur í Sandvík og í Hovi og har møta munandi meira, roknað upp á fólkatalið.

-Konan er av Tvøroyri og eitur Dorthea Holm, sjálvur eri eg úr Trongisvági, og har búgva vit í dag. Vit eiga tríggjar synir og fýra abbabørn, eg eri enntá uppkallaður.

-Eg havi verið í starvi sum skrivstovumaður á Tvøroyrar Sjúkrahúsi í 44 ár og eri enn. Í frítíðini dámar mær væl at fáast við seyð og gæs og eisini at skjóta harur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.