Skriva út

Bergur Johannesen

Sankta Ólavs kirkjulið - Bergur Johannesen, deknur í Hans Egede kirkjuni
Bergur Johannesen
deknur
Hans Egede Kirke

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bergur Johannesen er argjamaður og er føddur 12 januar 1989 og hann hevur eina fortíð sum deknur í Sankta Ólavs kirkjuliði í Keypmannahavn.

-Eg var deknur, fyrst í Samuelsenskirkjuni og síðan í Hans Egede kirkjuni í tíðarskeiðnum 2010-2015. Hetta var eitt gott arbeiði og ógvuliga relevant fyri tað, sum eg tókst við. Eg slapp at skriva mínar egnu lestrar og tað var gevandi fyri meg. Eg læs gudfrøði tá, sigur Bergur Johannesen.

-Eg kom til trúgv sum tannáringum og bíblian gevur mær svar upp á mínar spurningar. At lesa gudfrøði var ein ferð gjøgnum kristindómin, har trúgvin rættuliga varð avbjóðað. Men hetta førdi eisini við sær, at eg í dag havi ein solidari hellubotn undir trúnni.

-Eg havi valt, ikki at søkja ein prestagerning enn. Eg ynski at upptaka ein prestagerning, har eg kenni meg heima. Í dag arbeiði eg sum lærari á einum privatskúla í Hillerød. Hetta er ein privatur grundskúli innan Luthersk Mission. Fyri meg er tað stór eyðmýkt at fara inn í eitt fakøki, sum eg ikki eri útbúgvin til, eg eri ikki útbúgvin lærari, men tað er ógvuliga mennandi, sigur hann.

Bergur er giftur við Herthu, hon er ættað av Nesi. Tey eru foreldur at eini gentu, hon er í skrivandi stund hálvt annað ára gomul.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”