Skriva út

Atli Hansen

Atli Hansen.jpg
Atli Hansen
deknur
Gøtu kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Gøtumaðurin Hjalgrim Hansen fór niður til Danmarkar sum ungur og 36 ár seinni, í 1992, kom hann heimaftur sum Atli.  Tá hevði hann tikið millumnavnið Atli  fornavn, tí Atli lá betri á tunguni hjá dønum enn Hjalgrim og í dag er tað bara onkur hendinga gøtumaður, sum enn nýtir dreingjanavnið.

-Eg kom heim aftur í ringastu tíð nakrantíð í Føroyum. Landið lá stilt í svárari kreppu og nýggja kirkjan, har spakin varð settur í  1982, stóð í hálvum gekki. Har trongdi til nýtt fólk at standa fyri byggingini. Eg kom upp í hetta arbeiðið  beinanvegin. Her var nógv sjálvboðið arbeiði gjørt, og reiðaríini lótu tað tey kundu, hóast illa stóð til fíggjarliga hjá teimum.

Atli gjørdist formaður í kirkjuráðnum beint eftir at hann var fluttur heim úr Danmark og hevur verið formaður tvær setur.

-Gøtufólk fíggjaðu ein stóran part av kirkjuni. Kirkjugangararnir fíggjaðu ein triðing av budgettinum og tað sum fór út um budgettið varð fíggjað lokalt í Gøtu. Hetta var eitt risastórt felags átak í bygdini, sigur Atli Hansen.

-Vit manglaðu ein dekn. Dánjal Pauli var einsamallur og eg var vorðin pensioneraður. Heitt var á meg og eg  hvepti meg eitt sindur, segði ikki ja beinanvegin. Hugsaði, at kanska var eg ikki nóg góður. Petur svágur segði, at nú mátti eg taka eina støðu. Fyri Gudi er vit øll líka og eg tók av deknastarvinum. Eg var vorðin sjúkur og hevði eisini trupulleikar at standa og lesa.

-Eg gjørdi mær eisini tankar um eg skuldi hjálpa til í altarinum til altargongd. Hevði faktisk ikki hug, men tá ið eg hevði gjørt tað í eina tíð, var tað ongin trupulleiki. Hesa tíðina varð eg eisini nógv brúktur til at vísa kirkjuna fram fyri útlendskum vitjanum, allarhelst tí, at eg dugdi enskt.

-Mær dámar at lesa. Eg sigi altíð undan lestrinum hvør hevur skrivað og greiði eisini eitt sindur frá bakgrundini fyri lestrinum.

-Eg hevði eitt shippingvirkið í Danmark, sum bara vaks og hekk á mínum herðum, áðrenn eg flutti heim. Eg hevði rutuna millum Føroyar og Danmark umframt útlendsk og føroysk skip, og mínir kundar vóru mínir vinir. Eg fór í samstarv við Blue Water, eitt felag hjá Claus Sørensen í Esbjerg. Eg seldi mítt felag til teir í 1989 og var sitandi sum stjóri til eg flutti heim í 1992. Og heimkomin kom er rættuliga í eldin. Fekk starv hjá Ossa í Leirvík 1. oktober 1992 og 6 oktober fóru bankarnir á húsagang.

Kirkjan er ikki bara í Gøtu. Vit hava fingið tekniska útgerð, og hvør einasta gudstænasta verður send beinleiðis til ellisheimið Gøtubrá í Norðagøtu og til skipini, sum eru heimahoyrandi í Gøtu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”