Skriva út

Atli Fróði Johansen

Atli Fróði JOhansen deknur.jpg
Atli Fróði Johansen
deknur
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað hevur verið eitt ættarliðsskifti av kirkjutænarum á Toftum og fleiri nýggir kirkjutænarar hava tikið við. Ein teirra er Alti Fróði Johansen, sum er deknur í Fríðrikskirkjuni.

-Eg læs fyrstu ferð lestur í Fríðrikskirkjuni annan sunnudag í advent í 2010. Eg eri uppvaksin á Glyvrum og gekk nógv í kirkju sum barn og ungur saman við pápa mínum. Eg eri giftur á Toftum. Eg byrjaði sum eykadeknur, tá ið heilsan hjá Eydnu Højgaard, sálu, fór at bila, sigur Atli Fróði Johansen.

-Bispur var her til mína fyrstu gudstænastu og tað var rørandi at hann fyrst bað fyri Eydnu, sum var farin foldum frá og síðan fyri mær í nýggja starvinum. Eg eri ein partur av nøkrum stórum við at vera deknur og samstundis kenni eg meg skroypiligan ella lítlan í starvinum.

-Eg haldi, at eg eri konservativur, tá ið tað snýr seg um hámessuna. Eg vil fegin kenna meg aftur, uttan mun til hvørja kirkju eg komi í.  Og hóast tað, dámar mær væl nýggju lestrarnar, sum eru útkomnir skrivaðir av yngri prestum og øðrum.

-Persónliga haldi eg ikki, at tað skal vera ein gudfrøðingur ella ein teologur, sum skal skriva lestrarnar, men tað eru kirkjuráðini sum avgera hvørjir lestrar vera lisnir i kirkjunum.

-Tey ungu tíma kanska ikki so nátúrliga væl í kirkju. Eg haldi, at tað er meira ein spurningur, nær teir stóru spurningarnir koma fram hjá tí einstaka. Um tað er tíðliga ella seinni í lívinum. Ofta er tað ikki fyrr enn seinni í lívinum og tað er kanska forkláringin upp á at ung eru trekari at ganga í kirkju.

Atli er giftur við Heidi av Toftum og tey eiga tríggjar dreingir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.