Áslakkur Heinesen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Áslakkur Heinesen hevur í yrkinum sum prentari upplivað alt frá blýggi og til nýggjastu tøkni. Hann var upplærdur hjá Stig Rasmussen á Estra, sum hevur verið hansara arbeiðspláss næstan alt lívið. Lærdi handverkið hjá sjálvasta Guteberg og hevur prentað síðan. Og hann hevur sæð menningina frá blýggi til papírsats og fram til at alt gongur fyri seg á teldu í dag og setikassarnir standa og savna støv. Eitt er tó støðugt í hansara lívi, tað er kirkjan, sum hann kennir heilt aftur til barnaárini og í Leirvíkar kirkju er hann klokkari og tað hevur hann ætlanir um at halda fram við so leingi beinini bera hann.
-Eg eri uppvaksin í kirkjuni, eg dugi ikki at spæla og lestur haldi eg meg ikki vera egnaðan til og tá var bara tornið eftir. Og har eri eg trúfastur, sigur Áslakur.
-Eg var spurdur og tað hevði eg einki í móti, eg kom regluliga í kirkju. Kirkjutænarastarvið hevur meira ábyrgd við sær enn fólk halda, men hinvegin arbeiðið gevur mær fríheit til altíð at vera her. Klokkarin er fyrsti maður í kirkju og seinasti, sum fer úr henni og letur hurðina aftur.
-Eg skal syrgja fyri, at tað er opið og heitt. Tað eru ikki so nógv tiltøk uttan um gudstænastuna. Eg veit, at summir klokkarar ikki dáma at ganga við talvuni. Tað havi eg ongar trupulleikar við. Eg veit, at fólk lata eftir førimuni og tað blanda vit okkum ikki uppí.
-Talið av kirkjugangarum til vanligar gudstænasturnar eru tað sama og tó haldi eg at fleiri eru farin at ganga til føstugudstænastur. Eg eri klokkari og havi eg liv og heilsu verið eg í hesum starvi, til yngri vilja sleppa framat ella til eg ikki orki meira. Hetta er sjálvboðið arbeiði, og tann dagin eg fái løn fyri at ringja í krónum og oyrum, tá sigi eg upp. Tað hevur stóran týdning fyri meg, at arbeiðið er sjálvboðið.
-Eg haldi heldur ikki, at tað er neyðugt við automatiskari klokku. Okkara er reint mekanisk og tað riggar fínt. Vit ringja klokkan 9,10 og 11 hvønn sunnudag og jólamorgun klokkan seks og tað er tað.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”