Ásbjørn Jacobsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ásbjørn Jacobsen var deknur í Leirvíkar kirkju nøkur ár í áttatiárunum í farnu øld. Hann er føddur 15 november 1952 og var um 30 ára gamal, tá ið boð vóru eftir honum handan málaða lestrarpultin í Leirvíkar kirkju, ein kirkja sum hevur verið andaliga heim leirvíkinga síðan 1906.
-Eg læs eftir John Joensen úti á Bø og tað var hann sum bað meg. Eg læs frá fyrst í áttatiárunum og fram til fyrst í september 1985, tá ið er fór niður á bíbliuskúla. Eg kom heim aftur í 1986 og læs nakað aftan á tað, men ikki leingi. Eg fekk starv sum sunnudagsskúlaráðgevi hjá Heimamissiónini og hevði ikki rættuliga stundir til deknastarvið. Í 1989 gjørdist eg aðalskrivari í Heimamissiónini og var í hesum starvi fram til 1995, tá íð eg gjørdist aðalskrivari í Bláa Krossi.
-Eg eri uppvandur við kirkjuni frá tí eg var barn. Og eg haldi, at eg fekk nógv meira burtur úr lestrinum, tá ið eg sjálvur var deknur. Kom tættari at tekstinum, tí eg fyrireikaði meg væl. Eg fái meira burtur úr sjálvur at lesa, enn at sita undir einum lestri.
-Í dag eru fleiri deknar. Tá ið eg læs vóru tað bara eg og Marius Jacobsen, og tá var starvið nokk so bundið ella eg var bundin annanhvønn sunnudag, umframt tá annað var í kirkjuni..
-Mær dámdi væl at lesa og koma í góðari tíð. Serliga væl dámdi mær lestrarnar hjá Dahl, gott innihaldi og góðir málsliga.
-Eg vóni, at lestrargudstænastan kann halda fram, tað er ein dýrgripur fyri kirkjuna, eisini at leikfolk kunnu sleppa framat. Hetta er ein góður siður, mær dámar væl, tá ið nakað er fast. Kanska skulu leikfólk eisini sleppa at prædika onkuntíð. Tað hevur týdning at engagera fólk og vit mugu ikki missa sjálvbodnu tænastuna.
-Eg var virkin í KFUM skótarørsluni sum ungur, eisini landsarbeiðinum og var tí vanur at standa fram, tá ið eg var biðin til dekn. Og kanska liggur tað eisini í genunum at standa fram. Magnus Eliassen í Hússtovu í Mikladali var ommubeiggi mín. Hann var deknur meginpartin av lívinum og hann hevði fingið lov frá prósti at improviserað eitt sindur, meðan hann læs lestur, legði eitt sindur afturat.
-Mær dámar eisini væl at koma í kirkjuna og sita í sama stað. Kann bliva eitt sindur frustreraður, um okkara pláss er upptikið av øðrum. Eg plagi at royna at sita júst har sum eg sum smádrongur plagdi at sita saman við abba mínum, sigur Ásbjørn Jacebsen at enda.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”