Skriva út

Asbjørn Djurhuus

Asbjørn Djurhuus.jpg
Asbjørn Djurhuus
klokkari
Tjørnuvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Asbjørn Djurhuus er ein dámligur og prátingarsamur maður í Tjørnuvik. Ikki ti, tað er ikki nógvur tjørnuvíkingur í honum. Hann er ættaður og uppvaksin á Selatrað, men seinastu mongu árini hevur hann verið ein partur av bygdarlívinum í Tjørnuvík og tað er konan, sum hevur drigið hann norður úr fjøruslætta Selatrað til allan uppgangin í Tjørnuvík. Asbjørn er føddur 27. februar 1949.

-Eg havi verið klokkari síðan seinast í nítiárunum í farnu øld. Eg eri eisini avloysaradeknur. Suni Hansen er fasti deknurin og eg avloysi. Konan er higani, hon eitur Hervør Djurhuus. Vit búgva í norðastu húsunum á Streymoynni. Eg bygdi á Selatrað, men seldi, tá vit fluttu norður. Vit møttust í 1968 og giftust í 1973. Børn fingu vit ikki, sigur Asbjørn Djurhuus.

-Eg havi siglt, verið nógv á sjónum. Vit høvdu Bak. Hemaraveiðu, langar túrar, heilt upp í fýra mánar, onkuntíð fimm. Skipafelagið átti Bak. Vit keyptu hann í 1976 og høvdu hann fram til 1994. Vit keyptu Norðsøka av Eiði í 1997 og høvdu hann í 17 ár. Tað var eitt baks, at reka skip.

-Eg var ógvuliga væl móttikin av teimum gomlu í Tjørnuvík. Her var jørð í húsinum og eg hjálpti verfaðir. Nú eiga vit eina hálvmørk og eg havi føtt heystlomb, mær dámar tað, tað er hugnaligt at ganga og geva seyði.

-Tað er ein øgiligur munur á at búgva á Selatrað og her í Tjørnuvík. Har suðuri er so nógv veðurbetri. Tú kann ikki hugsa um at leggja bát fyri teym her í Tjørnuvík. Fólkatalið minkar. Tá ið eg flutti til bygdna vóru eini 90 fólk her. Seinastu 40 árini er talið minkað niður á 58.

-Eg havi ongantíð verið nakar missiónsmaður, men altíð gingið í kirkju og í dag havi eg hægsta starv í kirkjuni, nevniliga at manna tornið, sigur Asbjørn Djurhuus.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.