Skriva út

Árni Jacobsen

Árni Jacobsen, klokkari.jpg
Árni Jacobsen
klokkari
Leirvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dagliga situr Árni Jacobsen á skrivstovuni hjá Landsverk á Lambareiði og hevur eftirlit við vegunum og tær ábøtur ella nýgerðir, sum eru neyðugar. Hann hevur útsýnið yvir allan Skálafjørðin. Og í sinninum kann hann minnast aftur á tvey ár  fyrst í nítiárunum í farnu øld, tá ið hann var klokkari í Leirvíkar kirkju.

-Tað var Óli Olsen, bóndi í Innistovu, íð var klokkari frá 1975 og fram til 1995, sum bað meg vera klokkara og eg játtaði og var klokkari í 1992 og nakað inn í 1993. Eg var timburmaður tá og so rakti svára kreppan, har var einki arbeiði og eg og konan avgjørdu at fara til Danmarkar at nema okkum víðari útbúgving og tí mátti eg sleppa klokkarastarvinum. Annars var tað eitt starv, eg var fegin um.  Eg var ein partur av kirkjuni, heilt frá tí eg var pinkulítil og tað var ikki nakað stórt skiftið, at vera kirkjutænari. Mær dámar eisini at sita undir orðinum,  lýða á prædiku ella lestur og syngja sálmasang, Tað hevur stóran týdning fyri meg. Eisini at njóta friðin og kvirruna ein fær i kirkjuni og fáa andaliga føði hevur týdning fyri meg, sigur Árni Jacobsen.

-Einaferð eg skuldi verða klokkari til eina brúðarvígslu, kom eg ov seint. Eg kom koyrandi til Leirvíkar og framvið kirkjuni og síggi nú, at har er ljós og kirkjan er full av fólki. Eg bleiv tá ógvuliga kløkkur, tí at eg visti, at  eg skuldi ringja til eina brúðarvígslu. Eg fór innar í forkirkjuna og upp á loftið í vásaklæðum, tjúgu minuttir ov seint. Lukkutíð var Tórfinn Hansen, ið eisini var klokkari í kirkjuni og ringdi inn og sjálvur slapp eg at ringja biðjusløgini. Eg helt, at vígslan skuldi vera klokkan fimm, men hon var ein tíma frammanundan, sigur Árni Jacobsen.

Árni er giftur við Ann Fuglø úr Hvalvík og tey eiga tveir hálvvaksnar dreingir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”