Árni av Reyni
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Árni av Reyni er ættaður úr Havn, men eftir 30 ár sum lærari í Hósvík, verður hann roknaður sum hósvíkingur ella ein, ið hoyrir Hósvík til, í hvussu er hjá teimum, sum búgva har á leiðini. Ikki soleiðis, at hann hevur búð í bygdini, hann hevur koyrt millum Havnina og Hósvík, men leitt frá fyrsta flokki og fram eftir. Árni er føddur 31. juli 1951.
-Eg komi úr einum heimi, har nógvur tónleikur var. Pápi mín, Ingálvur av Reyni, sang nógv. Vit høvdu klaver heima. Og urguna slapp eg til hjá ommu míni Kristinu, sum hevði gingið og lært at spæla urgu hjá Waagstein. Eg fekk undirvísing frá privatum, frá tí eg var heilt ungur. Vit vóru átta systkin og tey flestu spældu okkurt ljóðføri og vit sungu nógv.
-Eg var við at stovna Dupultkvartettina í Ebenezer og vit eru kendir fyri eitt serligt ljóð. Eg havi eisini spælt nógv í Ebenezer og á Zarepta. Tá íð eg fekk starv við Hósvikar skúla fall tað mær heilt natúrligt at spæla í kirkjuni í samband við skúlagudstænastur og hetta vant upp á seg og eg spældi eisini til vanligar gudstænastur. Eg var eisini við at stovna kór í Hósvík, barnakór, hetta var í 1995. Mær dámdi væl at vera við í tónleikalívinum í kirkjuni. Og so kann onkur spyrja, hvussu tað ber til, at ein úr Brøðrasamkomuni spælir í eini kirkju. Til tað havi eg bara at siga, at gott hevur verið at kunnað givið eitt lítið íkast, og tað hevur verið mær til stóra gleði.sigur hann.
-Hjá mær er neyðugt at fyrireikað meg væl og tað er nakað við sálmasanginum, sum mær dámar. Onkur djúp kensla vaknar av sálmasangi. - Orglið er tað ljóðførið, sum eftir míni hugsan ber av øllum, og kenslan er góð, tá ið eg seti meg við hetta tignarliga ljóðførið at spæla.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”