Skriva út

Arnbjørn Kristiansen

Arnbjørn Kristiansen.jpg
Arnbjørn Kristiansen
organistur
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Onkur heldur, at tað er tilvild, hvar vit seta okkum niður. Og kanska er tilvildin eitt sindur upp í, tá ið tað snýr seg um, hvar Arnbjørn og konan komu at búgva. Arnbjørn er verkfrøðingur og arbeiðir í Havn. Hann er eisini organistur og spælir í kirkjuni í Kollafirði. Hann er ættaður av Skála, har pápin, sum var ættaður úr Fuglafirði var lækni og mamman var av Skála. Arnbjørn er føddur 12. januar 1958.
 
 -Tað er okkurt bygdasligt yvir mær, eg eri eitt sindur bygdasligur og eg hevði ikki hug at gerast havnarmaður. Kona mín er úr Vestmanna og Kollafjørður liggur sentralt millum Vestmanna, Skála og Havnina. Vit giftust í 1983 og leigaðu eini hús í Kollafirði og eini í Vestmanna seinni. Í 1985 fingu vit møguleikan at keypa eini hús í Kollafirði og síðan tá hava vit búð har, sigur Arnbjørn.

Vegurin fram at urguni byrjaði longu sum smádrongur á Skála.

-Tá vit fluttu á Skála, keypti pápi eitt klaver. Eldri bróður mín, Suni, gekk til orgulundirvísing hjá Kathrinu Lamhauge, sum var organistur í Skála kirkju. Eg bleiv óður, tí hann slapp og so slapp eg eisini. Eg gekk í tríggjar vetrar hjá Kathrinu, men gjørdi ikki tað stóra við tað, tó lærdi eg at spæla eftir nótum. Pápi mín spældi eftir gehør í kirkjuni. Tá ið vit gingu í skúla á Strondum, fór eg á kvøldskúla hjá Svend Petersen, lærara úr Fuglafirði, og tá spældi eg eisini onkuntíð til ungdómsmøti.

-Vit høvdu sum sagt klaver heima og eitt lítið el-orgul. Tá ið eg fór til Havnar í Hoydalar hevði eg orgulið við . Tá avloysti eg av og á í Skála kirkju og eisini til ungdómsmøtir. Tá ið vit fluttu fast at búgva í Kollafirði avloysti eg í fyrstuni sum urguleikari. Í1997, tá ið Hanus Joesen flutti til Havnar, fór eg at spæla fast. Eg skifti við Mariu Rønne Hansen. Eg avloysti eisini onkuntíð í Kvívíkar kirkju, sigur Arnbjørn Kristiansen.

-Mær hevur altíð dámt væl at spæla og eg havi altíð gingið í kirkju, so hetta er vorðin ein partur av mær. Eg havi spælt hálva tíð frá 1997 og fram til dagin í dag. Eg haldi, at eg havi spælt allastaðni í Streymoynni.

-Vit eiga tríggjar vaksnar dreingir, teir eru millum 25-30 ár og ein drong í familjupleygu. Eitt barnabarn er komið og eitt er ávegis, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.