Skriva út

Annelisa Rasmussen

Sjógv - Annelisa Rasmussen, deknur
Annelisa Rasmussen
deknur
Sjóvar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Innast inni dámar Annelisa ikki, at alt gongur í arv og hóast tað er hon kirkjutænari við Sjóvar Kirkju, har pápi hennara Ámund Berthelsen, lærari á Strondum í eini 40 ár, hevur sitið við urguna. Hon er eisini lærari og í kirkjuni hevur hon ein annan leiklut, enn tann pápin hevði. Hon er deknur. Annelisa er lærari við Tofta skúla og hon varð fødd tann 18 mars 1970. 

    -Eg havi eisini altíð gingið í kirkju. Babba spældi og tað var ongantíð ein spurningur um man fór. Hetta var ein heilt natúrligur partur av okkara lívi. Tannárauppreisturin kom ongantíð hjá mær. Eg gekk í missiónshúsinum og har settu vit ungu dagsordanin. Eg eri kanska ikki ein persónur, sum seti spurningar við alt. Eg haldi, at tað ger einki, um mann situr stillur eina løtu, sigur Annelisa Rasmussen. 

    -Eg sat í kirkjuráðnum í seinastu setu og tað var ringt at finna deknar. Jóna Hansen var farin í barsil. Eg eri ikki so glað fyri at alt gongur í arv og eg hugsaði meg væl um,áðrenn eg segði ja. Í fjør og ár hava eg og Mariann Poulsen skiftst um at vera deknar fyri Jónu. 

    -Eg kenni ábyrgd yvirfyri hesum starvinum, fyrireiki meg væl, geri mær ómak. Eg haldi ikki, at eg havi verið bangin fyri hesi uppgávuni. Eg eri lærari og eri von við at standa fram, men hetta hevur verið ein avbjóðing, eg havi eisini fingið góðar afturmeldingar og tað hevur glett meg. 

    -Eg verið drigin inn í lesturin og kundi kanska hugt meira upp, men tá eri eg bangin fyri at missa burtur. Tað fer kanska at broytast. Eg fyrireiki meg gjøgnum vikuna, byggi meg upp, vit hava fleiri lestrar at velja ímillum. Eg velji tann, sum sigur mær mest, sigur Annelisa Rasmussen. 

    -Formurin í kirkjuni er fastur. Og eg haldi, at tað skal hann vera. Tað eru tey, sum bara koma her og vilja vera anonym og tey skulu eisini hava eitt stað. Tilboðini eru so ymisk, og tú kann fáa alt uttanfyri kirkjuna. Og her á Strondum hevur nýggja kirkjuhúsið latið upp fyri nógvum nýggjum møguleikum. Eg brenni fyri at barnafamiljur eisini kunnu koma til Guds orð og tað ber nógv betri til nú við nýggja húsinum.             
    
    -Eg og Mariann eru reserva fyri Jónu og tað er gott at læra fólk upp, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.