Anna Sofía Restorff
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Anna Sofía Restorff er fyrsti kvinnuligi klokkari í Dómkirkjuni sum enn millum havnarfólk eisini verður nevnd Havnar kirkja. Anna Sofía er fødd 1. januar 1949.
-Maður mín, Helgi í Brekkunum, hevur altíð verið trúgvur kirkjugangari. Eg havi ikki verið so virkin. Onkuntið havi eg sitið vakt í kirkjuni, meðan kirkjan hevur verið opin fyri ferðafólki, sigur Anna Sofía Restorff.
-Eg varð pura paff, tá íð Marius Rein ringdi og spurdi, um eg vildi gerast klokkari, tað hevði eg so slett ikki roknað við. Og so fóru tankarnir aftur og fram. Pápi mín, Trygvi Restorff, hevði verið kirkjusangari hjá Miu Waagstein. Eg svav uppá tað, men svav ikki so leingi, og so segði eg ja, sigur Anna Sofía Restorff.
-Eg fór í læru sum klokkari og tað gekk ikki so leingi, so kom eg á lagið og visti, hvat eg skuldi gera í hesum starvinum.
-Tað er nú ikki so ringt. Alt sum skal til fyri at ringja er goymt í einum skápi, har eru bara knøttar og vit klokkara koma ikki nærhendis torninum longur.
-Mær hevur altíð dámt væl kirkjurúm, tað er okkurt hátíðarligt yvir slíkum rúmum, nakað, sum ikki er almindiligt, ein serligur stemmningur, nakað, sum er størri enn eg.
-Og nú eg hugsi um tað, tá hava vit eisini havt kirkjuna rættuliga tætt upp á. Maður mín eisini sitið í kirkjuráðnum og tað kann fara við eitt sindur av tíð.
-Eg og Helgi eiga tveir synir, Hans Petur og Trygva. Og vit eiga fimm barnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.