Skriva út

Anna Rúna Jacobsen

Anna Rúna Jacobsen.jpg
Anna Rúna Jacobsen
deknur
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anna Rúna Jacobsen hevur altíð búð í Kollafirði, uttan tíðina hon var í Havn og næm sær útbúgving. Í dag er Kollafjørður felagsnavnið fyri fleiri bygdir og Anna Rúna er uppvaksin Inni í Firði og býr nú Í Útibø við Sjógv í Kollafirði.

-Fyrri maðurin Djóni Djurhuus Jacobsen og eg bygdu í 1984 í Steinsgøtu. Hann vildi búgva í Kollafirði. Djurhuusnavnið kemur úr Tinggarðinum, sum er søguríkt stað. Børnini hjá okkum, tey eru tvey, eru sjeynda lið beinleiðis úr Tinggarðinum aftur til Sjóvarbóndan. Djóni doyði av sjúku í 1988. Nýggi maðurin, Leivur Mohr, er ættaður úr Vági. Hann vildi búgva í Kollafirði og her eru vit enn.

-Eg var deknur í eitt fimm ára skeið frá fyrst í nítiárunum í farnu øld. Tá eg segði ja, var ein kvinnuligur deknur framman undan. Seinni var eg aftur eitt skeið deknur og gavst aftur fyri trimum árum síðan. Tá var tað slett ikki vanligt við kvinnuligum deknum. Dótturin spurdi meg, um tað ikki var eitt arbeiði fyri menn. Eg svaraði henni, at prestur var kvinna, læknin var kvinna og tí kundu deknar eisini vera kvinnur.

-Tað gevur meining at lesa hart, tað er stórur munur á at lesa hart og lesa innantanna.Tað er meira veruligt at lesa hart, og tí kann tað vera eitt upplivilsi, at vera deknur. Tað er gott, at nógvir lestrar eru at velja í millum. Vit hava verið á skeið í framburði og ræddarvenjing, tað hevur kirkjuráðið skipað fyri. Tá íð eg var smágenta, búðu vit so langt burtur frá kirkjuni, at vit fóru í kirkju við taxa frá Geytamonnum. Tey av Signabø komu við bát. Eg havi altíð verið góð við kirkjuna. sigur Anna Rúna Jacobsen.

Anna Rúna og maðurin eiga tvey børn saman. Tey hava bæði mist maka av sjúku og hon eigur tvey og hann tvey við fyrru konuni. Tann eina dótturin hjá manninum doyði av sjúku eisini, tey hava verið hart rakt av sorg.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.