Anna Kristin Bech
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Kristin Bech hevur góða songrød. Kristin hevur verið sangari í føroyska kirkjuliðnum í Keypmannahavn í fleiri ár og hon heldur, at føroysku kirkjurnar áttu at fingð sær professionellar sangarar, tað hevði gjørt sangin í kirkjunum betri. Kristin er fødd 6 desember 1978.
-Og hvør eri eg? Tað er eitt sindur flótandi. Eg eri fødd niðri, var fýra ár, tá íð vit fluttu heim. Fyrst var eg tvey ár í Havn og síðan gjørdist mamma, Marjun Bech prestur í Kvívík og tí kann eg siga, at eg eri uppvaksin í Kvívík. Eg havi gingið í skúla í Kvívík og í Vestmanna. Prestagarðurin í Kvívík er mítt barnaheim, sigur Kristin Bech.
-Eg fór niður í 1998 og fór at lesa teatervidenskab, men hálsaði um í 2000 og fór á Design og Handarbeiðsskúla og tað havi eg fingist við síðan. Vit hava í dag fyritøkuna Marjun Heimá og har sniðgeva vit við nógvum íblástri í føroyska búnanum. Eg arbeiði sum skræddari, sigur hon.
Kristin kom upp í kórið í Samuelskirkjuni í 2007. Tá var hon komin saman við manninum Benjamin Gaasedal og hann er ein sannur sangfuglur.
-Tað føldist heimligt at koma í kirkjuna og tað var heldur ikki so bundisligt, tvær ferðir um mánaðin. Eg kom við í kórið fyri onkran annan og Bogi Mouritsen, sum eisini er kirkjusangari, hevði ein fingur við í spælinum. Undarligt gjøgnum Boga eru dyrnar aftur farnar upp til mítt barnfómsheim í Kvívík. Bogi er trúlovaður Mariu Jørdal Niclasen, sum er prestur har.
Kristin og Benjamin eiga fýra børn og tey búgva á Abbatrøð í einum gomlum húsum, sum tey hava keypt og sett í standi.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”