Anita á Fríðriksmørk
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Annita á Fríðriksmørk er klokkari í Hoyvíkar kirkju. Hon hevur búð í Hoyvík seinastu 16 árini og hevur verið klokkari í Hoyvíkar kirkju frá 2015 til 2017. Annita er ættað av Strondum og er fødd tann 27. juli 1968.
-Tað er tvær ferðir heitt á meg um at gerast deknur og eg havi báðar ferðir borið meg undan, tí eg helt meg ikki hava stundir við smáum børnum. Triðju ferð varð er spurd, um eg vildi vera klokkari segði eg ja, eg vil geva mítt íkast. Eg havi verið góð við kirkjuna. Og skal kirkjan virka, mugu tað vera fólk, sum vilja taka eina hond. Tíðin er broytt, men mátin at liva upp á er tann sami og eg kenni, at eg havi ábyrgd, sigur Annita á Fríðriksmørk.
-Vit hava búð í Hoyvík siðan 1999 og okkara børn eru hoyvíkingar. Vit eiga fýra børn. Lisa (sum er dóttir Páll), Símun Paula, Brynhild og Sigmundur. Maðurin eitur Páll Olsen og er av Skála, sigur Annita á Fríðriksmørk, sigur hon.
-Eg tók læraraprógv í 1992 og var lærari fram til 1998, tá ið eg varð vald inn á ting. Eg havi ikki verið lærari síðan 1999. Mær hevur dámt væl at vera politikkari, men mær hevði dámt at verið lærari aftur, um eg gavst í politikki. Í løtuni eri eg í starvi hjá NORA, sum er norrønt atlantiskt samstarv og eg eri samskipari har, sigur hon.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.