Skriva út

Anfinnur Hjalmarsson

Anfinnur Hjalmarsson.jpg
Anfinnur Hjalmarsson
klokkari
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-Fyrstu hjúnini, sum vóru gift í Argja kirkju vóru eg og kona mín og vit eru gift enn. Hetta hendi tann 8 juli 1978. Kirkjan var eitt missiónshús í fyrstuni frá 1974-1978, sigur Anfinnur Hjalmarson, sum er klokkari í kirkjuni. Hann er føddur 30 november 1952.

-Eg havi verið klokkari í nøkur fá ár. Tað var Bjartur Dalsgaard, sum bað meg og eg má viðganga, at eg gjørdist púra paff. Eg hevð so avgjørt ikki roknað við at gerast kirkjutænari. Eg havi heldur ikki verið so íðin kirkjugangari, men eg eri glaður fyri starvið og kenni tað sum ein heiður, sigur hann.

-Eg lærdi at smíða sum ungur og lærdi til byggifrøðing. Eg hevði egið virkið við lærlingum og fólki undir mær. Nú arbeiði eg einsamallur. Eg ætli mær at vera klokkari til eg verið 70 ella til vit hava fingið nýggja kirkju á Argjum.
 
-Seinastu árini havi eg verið sýnsmaður hjá tryggingini. Eg havi sýnað 3000  skaðar síðan 2011.

Sum klokkari ansar Anfinnur eftir, at alt er klárt til gudstænastuna og aðrar kirkjuligar handlingar, umframt at ringja, tá íð hann eigur tørn. Hann er eisini við at til at rigga av, tá íð nakað hevur verið í kirkjuni. Tað verður ofta sagt, at klokkarin er tann fyrstu í kirkjuna og tann seinasti úr henni aftur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.