Anfinn Johannesen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Anfinn er dalbingur og hevur júst fylt 70. Hetta fór ikki heilt stillisliga fyri seg, skilt á tann hátt, at dekkað var upp og eini hundrað fólk komu at ynskja føðingardagsbarninum tillukku við degnum. Og hann kennir seg ikki eldri enn hann altíð hevur gjørt og fløvin av at sýna vinum og kenningum blíðskap, situr enn í minninum. Anfinn er deknur í Dali, tað hevur hann verið ein fittan part av lívinum og hann er føddur 21. november 1946.
-Tað gongur á 41. ári hjá mær sum deknur. Eg læs fyrstu ferð tann 9. mars 1977 og síðan havi eg verið deknur. Man er komin í tænastualdurin, tá ið hennara hátygn, Drotningin kann fara at hugsa um ein. Tað eru fleiri í Dali, sum hava fingið fortjenstmedalju frá Drotningini, sigur Anfinn Johannesen.
Anfinn byrjaði sum so mangir aðrir vaksnamannalívið við at fara til skips, men hansara tíð á sjónum gjørdist stokkut, tí hann kom til skaða umborð á Beini og misti tummilin. Hann gavst at sigla í 1971 og tá var hann 25 ára gamal.
-Eg fekk arbeiði hjá Landsverk her í oynni og her havi eg verið síðan. Eg havi verið við til ymiskt vegaarbeiði og síðan havi eg hildið vegin til Dals opnan fyri kava. Eg havi grivið kava á bratta vegnum suður til Dals. Har er rættuliga bratt, men tað hevur gingið væl. Eg eri ongantíð farin omanav. “Dóg so, tað hava verið løtur.....” Dalsvegurin er ikki ein vegur, har tú fer fram eftir fummum, sigur Anfinn Johansen.
-Eg gjørdist deknur, tí tann gamli deknurin, Sofus Johannesen, fall um í kirkjuni. Eg varð innkallaður til fund við kirkjuráðið og varð biðin um at vera deknur, men eg segði nei, eg vildi ikki vera deknur einsamallur, tað var alt ov bundisligt. So var Jóanes Johannesen eisini biðin og vit hava verið deknar síðan. Vit skiftast og lesa uppá áðrenn gudstænastuna.
Anfinn er giftur við Henny, og hon er ættað úr Skopun. Tey eiga trý børn og fýra barnabørn.
-Eg havi ikki verið merktur nógv av at hava mist tummilin. Tó so, ringt er at hanga sálmanummrini upp í kirkjuni, nú tummilin er burtur, sigur hann.
(Samrøðan var gjørd í januar 2017)
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.