Andrias Gærdum
Ein av teimum heilt ungu kirkjuurguleikarunum í landinum er Andrias Gærdum á Strondum. Genetiskt er Andrias ein blandingur av Gærdum familjuni í faðirlegg á Strondum og mammuni, sum er ættað av Skála.
-Mær dámar ikki at vera í tíðarneyð og dámi allarbest, um eg kann fáa sálmarnar til komandi sunnudag tíðliga í vikuni, soleiðis at eg kann venja. Fyri meg hevur tað alt at siga, at vera væl fyrireikaður, sigur Andrias, meðan hann situr á træbonkinum frammanfyri pípuurguni í Stranda Kirkju, ein urga sum kom í sjeyti árunum, tá ið Verland Johansen, urgubyggjari, gekk sína sigursgongd gjøgnum landið og lyftið ljóðið í døkku kirkjunum upp í hægri hæddir og einglaljóð fóru at ljóða í kirkjunum.
Tað er altíð áhugavert at eygleiða ein kirkjuurguleikara frammanfyri urguna. Hetta er eitt stórt instrument og tað størsta vit eiga innan tónleikin. Pípurnar einsamallar gera einki. Heldur ikki tangentarnir. Tað má eitt menniskja úr kjøti og blóði til, fyri at ein urga kann gerast ein livandi urga. Og áðrenn ein urguleikari kann seta seg niður og leiða sangin í kirkjuni, liggur drúgt arbeiði aftanfyri ofta heilt frá barnaárum av, áðrenn hendur og bein kunnu samskifta, soleiðis at tey vita av hvørjum øðrum og kanska slett ikki vita av hvørjum øðrum, og fyri at tey í samljóði kunnu fylgja nótunum í teimum ymisku stemmunum á nótablaðnum.
-Eg byrjaði at spæla í kirkjuni í 2010, tá ið nýggi presturin kom. Spældi fyrstu ferð til gudstænastu í 2006. Eg havi altíð havt áhuga fyri tónleiki. Beint áðrenn eg fór at spæla í Sjóvar kirkju hevði eg verið eitt ár á rútmiskum háskúla í Danmark. Hetta var gott fyri meg og eg lærdi um tónleik frá grundini. Tónleikur hevur verið í míni familju. Eitt pumpuorgul var í Króki, har abbabeiggi mín Edmund búði. Har fekk eg teir fyrstu tónarnar fram og eisini hjá Ingvard abba á Skála var eitt orgul í stovuni. Heðin Kambsdal, tónleikalærari hjá Musikkskúlanum lærdi meg í fleiri ár at spæla klaver og seinni hevur hann eisini undirvíst mær í urguspæli. Eg eri eisini knýttur at musikkskúlamiðnámi. Hetta tekur trý ár og er ein teoretisk útbúgving, sum er ógvuliga mennandi fyri meg, sigur Andrias Gærdum.
-Vit eru fleiri, sum skiftast at spæla urgu í Sjóvar kirkju og mær dámar hetta. Eg havi eisini spælt í øðrum kirkjum, eitt nú á Skála og í Elduvík.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”