Andrass Danielsen
Vegirnir fram at lestrarfjølini í føroyskum kirkjum kunnu vera ymiskir, og tað lá slett ikki í kortunum, at Andrass Danielsen av Skála skuldi gerast strandingur. Hann er uppvaksin í Trøðni á Skála og var ógvuliga virkin í bygdarlívinum, bæði sum bygdaráðslimur, bygdaráðsformaður, nógv og í øðrum nevndum, áðrenn hann í 1986 gjørdi av at flyta út á Strendur og búsetast har endaliga. Hann er í skrivandi stund 65 ára gamal.
-Eg var tilkomin maður, næstan gamal drongur, tá ið eg í 1983 møtti, Heidi Rubeksen, sum eg giftist við í 1984. Hon er úr Havn og kom inn á Strendur at vera lærari. Og so kom spurningurin, hvar vit skuldu seta okkum niður. Eg var vaksin upp í mínum barnaheimi á Skála og hevði fingið alt serverað. Eg var upptikin allar mínar frítímar av kommunalpolitikki og felagslívi í bygdini og hetta bar bara til, tí eg búði heima, og hetta kundi eg ikki bjóða konuni.
Vit vóru bæði lærarar við Stranda skúla, og tá so Eliesar Høj, sum tá var bygdaráðsformaður á Strondum, bjóðaði okkum grundstykki beint við skúlan og við heimsins besta útsýni, vóru vit bæði samd um at byggja har. Vit fullu til har frá fyrsta degi og eru fegin um at búgva á Strondum. Tá vit soleiðis búsettust í aðrari kommunu, gjørdist eg leysur av kommunupolitikki og felagslívi á Skála. Seinni havi eg aftur luttikið í felagslívi á Strondum og Skála mest innan ítróttin, sigur Andrass Danielsen.
So langt aftur Andrass kann minnast, løgdu foreldrini í hann, at hann skuldi ganga í kirkju, tað var ein partur av uppvøkstrinum.
-Pápi var nógv burtur, so tað var kanska meira mammusa ábyrgd, at fáa okkum andaliga skúlaði. Eg haldi ikki tey vóru so strong, men um vit so høvdu verið í býnum leygarkvøld, so vildi hon hava at vit fóru í kirkju sunnudag. Kirkjan gjørdist ein natúrligur partur av mínum lívi, eisini tá ið eg gjørdist vaksin.
-Og tá ið Hjalgrim Poulsen, sum tá hevði verið deknur á Strondum í eitt mannaminni, fór frá, varð eg spurdur, um eg vildi avloysa hann, og hetta segði eg ja til. Hetta var í 1996 og gjørdist eitt stórt skifti í mínum lívi.. Vit vóru trý, sum fóru at lesa lestur og gera tænastu í kirkjuni í senn. Jóna Thomsen, Hansa Petersen og eg. Og arbeiðið er vælskipað. Vit deknar hava tveir fundir um árið, ein í januar og ein í juni og har sita vit við kalendaranum og leggja ætlanir. Vit skiftast og hava vakt eina viku í senn og ta vikuna, eg havi vakt, havi eg ábyrgdina at tí, sum deknurin skal gera hesa vikuna. Eg kenni tað sum eitt kall at vera deknur og kenni meg heima í kirkjuni, sigur Andrass Danielsen.
-Og sum við øllum nýggjum, er tað eitt sindur torført í fyrstuni. Eg fyrireiki meg væl og var eitt sindur fjálturstungin tær fyrstu ferðirnar, eg las lestur. Á sama hátt sum eg ikki treivst so væl sum lærari fyrstu árini eg undirvísti, tí eg føldi, at tað gekk ikki so væl, sum eg ætlaði. Hetta broyttist fullkomiliga, tá ið eg giftist. Konan og eg vóru nú bæði saman um at leggja ætlanir um dagin í skúlanum, og síðan tá havi eg elskað at verið lærari. Eg fór frá sum lærari 1. desember 2013 eftir at hava undirvíst í góð 40 ár.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”