Albert Pætursson
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Fuglfirðingurin Albert Pætursson er organistur í Hoyvíkar kirkju, hann er eisini verkfrøðingur og arbeiðir hjá Landsverk og býr í Havn. Albert er føddur 29 januar 1981.
-Heima hjá okkum í Fuglafirði var eitt harmonium orgul og har byrjaði eg at læra meg. Tá íð Heðin Kambsdal flutti aftur til Føroya í 1997, fór eg at læra hjá honum. Hetta var undir Musikkskúlanum. Eg gjørdist bitin av orgulspælinum beinanvegin, Heðin er ein fantastiskur organistur. Eg spældi hjá Heðin í fimm ár, til eg fór niður at lesa til verkfrøðing, sigur Albert Pætursson.
-Eg avloysti nakrar ferðir í Aalborg sum organistur, meðan eg læs. Eg byrjaði sum organistur í Føroyum í 2012. Nú eri eg í starvi í Hoyvíkar kirkju. Og í Hoyvíkar kirkju eri eg so heppin, at har eru góðir kirkjusangarar, sum stuðla mær ógvuliga væl við urguna. Góðir kirkjusangarar eru altíð góður stuðul fyri organistin.
-Eg havi sjálvur sungið nakað í kóri og kór er ein heilt serligur og inniligur máti at koma í samband við tónleikin.
-Konan eigur Súsanna Winther Poulsen og vit eiga fýra børn. Tað var gott at flyta heim aftur. Familjan fyllir nógv í mínum lívi og tónleikurin er mítt frítíðarítriv og tað dámar mær.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”