Skriva út

Aksel Dahl

Aksel Dahl, deknur.jpg
Aksel Dahl
deknur
Norðskála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg fylli 90 í ár, og tað er longu um tríggjar mánaðar. Og minnið broytist við árunum, eg veit ikki rættuliga, um eg havi nakað at siga, sigur Aksel Dahl, meðan hann situr við køksborðið í kjallaranum í húsunum á Oyri, har hann og konan hava búð og fingið børn. Nú er konan farin og hann situr eftir. Hann klárar seg væl og ger døgurða hvønn dag. Í dag hevur hann fingið fiskafrikadellur.  Aksel er føddur er føddur tann 5 juni 1925.

-Eg hevði einki i móti at gerast deknur og tað lá væl fyri hjá mær, ta tíðina , eg var deknur, sigur hann.

-Eg var rættuliga ungur, tá ið eg kom til trúgv. Hetta hendi á eini missiónsviku í Hvalvík. Ein pápabeiggi mín stóð fyri missiónsarbeiðinum í Hvalvík. Eg hevði so góðan hug at vera á møti og konan hjá mær hevði sama hug. Kona mín kallaðist Kristina og var av Bakkanum, sum vit kallaðu Oyrabakka. Bæði foreldrini hjá henni vóru úr Tjørnuvík og høvdu sett seg niður á Oyrabakka, har tey fingu lendi at dyrka.

-Tað er gott, tá ið maður og kona kunnu bakka hvønn annan upp.  Vit høvdu eitt gott lív saman.  Hon doyði fyri fimm árum síðani og hon var sjúk í eini fýra ár, áðrenn hon doyði.

-Eg kenni færri og færri fólk, so dagarnir blíva langir. Hóast eg fylli 90 um stutta tíð, eri eg ikki nærri deyðanum, enn eg altíð havi verið. Eg eri eisini klárur til deyðan.

-Tað lá væl fyri hjá mær at lesa og tað var lætt hjá mær at vera deknur, tí eg var trúgvandi. Eg havi verið grúuliga glaður fyri Jesus og tað hevur konan eisini. Vit bæði vóru næstan javngomul.

Aksel fór sum ungur til skips og seinni gjørdist hann virkiseigari og hevði nógv virksemi.

-Eg var nógv við íslendskum garna og línuskipum sum ungur. Mær dámdi væl sjólívið, men eg var ikki so leingi, tí eg fór í land at gera eitt garnavirkið. Hetta var í tíðini, tá ið fiskað var nógv við gørnum, og vit gjørdu gørn og bøttu gørn og fingust eisini við nótir. Her var nógv í arbeiði á garnavirkinum á Oyri.  Vit fingust við gørn av øllum slag,toskagørn, sildagørn  og nótir, sigur hann.

-Eg og konan fingu eitt gott lív saman og vit fingu seks børn, sigur Aksel, meðan vit práta og njóta vakra útsýnið yvir Sundalagið.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”