Skriva út

Havnar kirkja

2000b 080519 DSC09144.JPG

Komandi tiltøk

Fyrsta kirkjan varð bygd í 1609 Úti á Reyni, tann næsta í 1788 við Bryggjubakka, tað er sama kirkjan, sum enn stendur, men hon varð heilt umbygd í 1865.

Árið 1780 verður Rasmus Jørgen Winther prestur í Havn. Í 1782 varð nýggjur kirkjugarður gjørdur úti á Svínaryggi og verður vígdur Kristi Himmalferðardag sama ár. Nakað um somu tíð kallaði Winther, prestur, nógvar góðar menn í Havn saman og fekk teir til at lata pening at byggja nýggja kirkju fyri.

Nýggj kirkja varð gjørd tá, men tá varð hon flutt uttan av Reyni á tann staðin, har hon síðan hevur staðið, á Bryggjubakka. Ikki var Havnarbýur tá størri enn so, at kirkjan tá varð bygd nordenfor Byen.

1788-kirkjan varð heilt umbygd í 1865. Byrjað hevur verið tíðliga á sumri, og longu í desember var arbeiðið frá hondini. Fyristøðumaður var íslendingurin, Gudmundur Sigurðsson, Tórshavn.

Tað, sum gjørt varð, er m.a. hetta: Den er udvidet med en Tilbygning mod Øst 3½ Alen lang og 12 alen bred. Den er blevet forsynet med nye Vinduer, hvælvt, malet ud- og indvendig. Taarnet er forhøjet og bestaar af to Etager, den nederste for Kirkeklokkerne, den øverste for Kirkeuhret.

Hesa frásøgnina gevur Andreas Djurhuus próstur, hin yngri. Hann vígdi kirkjuna aftur triðja sunnudag í advent, 17. desember 1865.

Við uppíbyggingini til kórið, sum er eitt sindur lægri enn sjálv kirkjan, er hon 25.34m long, 9.12m breið innan og 6.3 m høg millum gólv og hválv. Síðan tá er kirkjan fleiri ferð um- og uppíbygd.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]

Prestar:  Uni Næs, dómpróstur Tlf. 23 73 25, T-post adr.: un(at)kirkjan.fo
Anne M. G. Klemensen, sóknarprestur Tlf. 23 73 44, T-post adr.: annemette(at)kirkjan.fo

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið

Samband

Kristianna Mortansdóttir

Poul Juelsgøta 13
100 Tórshavn
Tlf. 28 16 36
T-postur hjá kirkjuráðnum: dom(at)kirkja.fo

Kirkjugongd er hvønn sunnu- & halgidag 11.00.

Skrivstovan Tlf. 31 39 00 - er opin: týsdag til fríggjadag kl. 16.30 - 18.00 T-postur: havnar@kirkja.fo - Kirkjuvegur 3, 100 Tórshavn.