Kirkjan á Kirkju
Í 1818 var hent tað, at báturin á Kirkju, sum allir fullførir menn í bygdini róðu út við, umkomst sunnan fyri bygdina, og allir menninir doyðu uttan Mittúnsbóndin, men hann og konan doyðu fá ár seinni av landfarssótt (tyfus), so tað var ein dyggur smeitur fyri bygdina.
Líka dyggur var smeiturin, tá amtmaðurin - stutt seinni - gjørdi av at flyta kirkjuna til Hattarvíkar, tí der ikke boer nogen Mand som kan betroes at være værge for Kirken.
Nú var eingin kirkja á Kirkju, og tað skuldu ganga 100 ár til aftur varð bygd kirkja, tann sum nú stendur.
Tá tað leið út móti 100 árum, síðani kirkjan var flutt av Kirkju til Hattarvíkar, kom tað hugskot fram at reisa eina kirkju á Kirkju, og ikki kann sigast annað, enn at undirtøkan var góð í bygdini.
Farið var undir at grava fyri grundini, bróta upp grót og laða, meðan træsmiðirnir gjørdu stórviðin til, so hann kundi leggjast á, tá grundin var liðug, so tað var ótrúliga skjótt, frá byrjað var, til innilokað var.
Til at laða grundina var Petur Pauli Poulsen formaður, og formaður fyri træsmíðinum var Jóannis Kristensen í Mittúni. Nógv av arbeiðnum var gjørt ókeypis.
Teknað kirkjuna hevur Louis Zachariassen, eisini ættaður av og uppvaksin á Kirkju, og sum fyrimynd hevði hann havt gomlu trækirkjurnar. Tekningarnar vóru eina gáva til kirkjuna.
Tað var ein stórur dagur fyri kirkjufólkið á Kirkju, tá kirkjan stóð liðug og skuldi vígast 28. Mai 1933. Jákup Dahl próstur vígdi hana og nógvir prestar vóru við til vígsluna.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]
Egin kirkjusókn.
Kirkjuráðið