Eiðis kirkja
- des22Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 12.00, Messa
Jonhard Jógvansson - des25Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 20.00, Gudstænasta
Jonhard Jógvansson
Talvan gongur - des31Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 23.00, Náttargudstænasta
Jonhard Jógvansson - jan5Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 12.00, Messa
Jonhard Jógvansson - jan6Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 19.00, Lestur
Gudstænasta við lestri, jóla- og nýggjárshald verður í Karmel aftaná. - feb2Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 12.00, Messa
Jonhard Jógvansson
Fólk í Eiðis sókn vildu fegin hava nýggja kirkju (1874), og kirkjumyndugleikarnir vóru ikki ímóti. Nakað av kjaki stóðst av, hvar hvar hvar hvar hvar hvar hvar hvar skuldi standa. Summi á Eiði hildu tað vera fáfongt at seta kirkjuna á eiðið millum Hólman og fjørðin - á ringasta veðurplássið í bygdini. Onkur av teimum gomlu helt, at hann sjálvur man ikki ætla, at nakar skal koma í kirkjuna til sín. Sagt verður, at V.U.Hammershaimb, próstur á Nesi, gjørdi av at seta kirkjuna á eiðið, áðrenn hann fór úr Føroyum í 1878, og so varð.
Í 1870-unum var hugurin at byggja kirkjur úr viði lítil, tí hildið var, at viðurin fór ov skjótt. Menn høvdu hug at royna við gróti, sum nógv var til av á Eiði. Heitt var á danan Hans Christian Amberg í 1878. Hann var arkitektur frá akademinum í Keypmannahavn 1865.
Amberg var á Eiði summarið 1878 og hevði stutt eftir eina tekning klára av kirkjuni, har sitipláss vóru til eini 230 fólk. Løgtingið mælti í august 1879 Amtinum til at góðkenna uppskotið - og so varð. Um sama mundi stóð Amberg eisini fyri byggingini av Amtmanshúsinum og Kongaminninum í Havn.
Kirkjan stendur eystur og vestur, sum siður er. Hon er 31 alin long, við torni og sakristii, kirkjuskipið er 30 alin langt og 17 alin breitt. Hon er bygd í romanskum stíli. Takið er lagt við fløgugróti. Innan er høgt til loftið og vítt til veggja. Kirkjan fekk tunnuhválv, sum vanligt var tá til nýggjar kirkjur.
Kirkjan varð vígd 18. Marts 1881. Vit kunnu ætla, at teir tilhøgdu, laðaðu steinveggirnir vóru vakrir á at líta; men innan var hon nakað ber, skilst á frásøgn í Dimmu. Dýrdarveður var, og fólk úr øllum náminda bygdum streymaðu til Eiðis henda hátíðardag.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]
Kirkjusóknin: Eiði og Ljósá.
Kirkjuráðið